18.10.14

Karisma í Reinsarínum


Tað var reinvaskað karisma í Reinsarínum fríggjakvøldið. Fyrst tá AVE spældi og síðani tá Høgni Lisberg kom á pallin undir gamla pakkhúsarstórviðinum beint framman fyri okkum. Bæði nøvn geva út nýggjar sangir á plátu og fløgu, sum fingust signerað í gongini eftir lidna konsert.


Hetta er fyrstu ferð eg vitji nýggja spælistaðin í Havn, sum læt upp fyri góðum tveimum vikum síðani. Ikki tí, eg havi við áhuga fylt við, alt síðani Býráðið við Leivi Hansen sum borgarstjóra fyri fjúrtan árum síðani út í odd og egg defineraði ein rútmiskan spælistað og setti sær fyri, at skriva Havnarsøgu í bók og við fyrimynd av Akureyri at skapa eina glitrandi mentanargøtu frá Frelsunarherinum og oman í Vágsbotn. Nú eru orðini gingin út. Ynskini um ein spælistað eru ikki longur leysir fuglar á rustaðum tekjum, men veruleiki her og nú, mitt í okkara býi.


Bogi Andreasen er settur sum samskipari og hann vísti runt á øllum trimum hæddum í nýggja spælistaðnum. Vónandi verður Reinsaríið spírin, sum fer at næla, og taka seg upp og niður eftir mentanargøtuni, ið hereftir ikki verður eitt innantómt heiti, men – vónandi – fer at skapa lív í býnum, sum mangan hevur verið í svárastu andaneyð og ofta ongan góðan tykist eiga. Hetta er eitt gott stig rætta vegin, sum eisini byggir á væl defineraðar tankar. Góða eydnu, Bogi!


Nógv hevur verið at hoyrt til nýggju tví-útgávuna hjá Benjamin Petersen og Petur Pólson, AVE. Serliga sangurin Arr hevur verið nógv spældur, men eisini sangirnir Oyðin (Ave Benjamin) og Øskuhav (Ave Petur) hava verið nógv at hoyrt í summar. AVE-plátan kom á marknaðin í august mánaða.



Høgni Lisberg, ið nú er fluttur heim aftur til Føroya at búgva, hevur júst slept sættu útgávu síni, Call For A Revolution. Fyrsta lagið, sum er farið í umfar, er Back Against The Wall. Útgevarin sigur, at nýggja plátan hjá Høgna er eitt slag av afturvendan til plátuna Haré! Haré!, men tó er hetta meiri sum ein stóribeiggi. Vaksnari, vísari, frekari og við meiri sjálvsáliti, sum sagt verður.


Hóast eysturoyingarnir Petur Pólson og Høgni Lisberg vóru teir einastu, ið skiftu á pallinum, var ljóðmyndin, sangúrvalið og sjovið heilt hvør sítt, treyðugt so. Hetta eru ikki ársungar, men hava hópin av virksemi og útgávum í kjalarvørrinum. Og eg skal sanna, at eg havi eina íbygda veikheit fyri eysturoyingum, sum eru vaksnir upp ikki so langt frá Gøtuvík, kanska við lokalari forsamlingsmentan í einum sali í andaliga viðførinum. Men hetta kvøld skal fyrst og fremst ljóðmaðurin, Alexander Gaard, hava rós fyri gott og seymleyst arbeiði. Ljóðið var mjúkt og detaljerað ofta við vøkrum delay uppi undir loftinum. Kanska besta ljóðbland eg havi hoyrt í so sermerktum høli, beint framman fyri senuni.

Á pallinum vóru Knút Háberg Eysturstein við ljómborðum, Benjamin Petersen við gittarum, banjo og hópin av pedalum, Jan Rúni Poulsen við trummum og stavum í øllum brigdum, rundum og hvøssum, Mikael Blak við øllum bassum, elektriskum og uppistandsbassi, og so Petur Pólson við rødd og svartari munkahettu, og so karismamaðurin yvir øllum, Høgni Lisberg, við rødd, góðum orðum og so gittara og banjo og ikki at gloyma fingartrummugittara. Effektfullur og stevfastur, men fremst av øllum karismatiskur, sum fevnir alt registarið frá tjantandi indiánaranum á turru heiðini, eitt legg inn til Neil Young og so aftur til váta heimstaðin. Høgni er hin mest karismatiski, vit eiga á rútmiska pallinum. Tað prógvaði hann fyri dampkókandi Reinsaríi fríggjakvøldið.