21.10.14

Norðurlendsk Bókasavnsvika 2014


Norðurlendska bókasavnsvikan verður í døgunum 10. - 16. november 2014, tá trøll í Norðurlondum er evni. Eitt spennandi hefti við hugskotum er gjørt á norskum og svenskum. Hesar dagar fara fólk á bókasøvnum, skúlum, dagstovnum og deildum hjá norrønu feløgunum um øll Norðurlond og Baltalond við, at lesa upp úr somu norðurlendsku bókmentum samstundis.

Bókasavnsvikan verður í ár hildin fyri átjandu ferð, og mánadagin 10. november verður tann stóri felags upplestrardagurin við trøllum á skránni. Upplesturin er í tveimum pørtum: “Sólarris”, sum er upplestur fyri børnum um morgunin, tá lisið verður úr hesum báðum bókum:


Um kvøldið er “Skýmingarløtan”, sum er upplestur fyri vaksnum. Harafturat er ein bólkur, sum vendir sær til størri børn.


At taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni er ókeypis. Her krevst bara áhugi. - Saman skapa vit eitt serstakt upplivilsi, tá ið norðurlendsku bókmentirnar verða gjørdar livandi, og fáa veruligar røddir í vetrarmyrkrinum, siga fyrireikararnir.

Fyri at staðfesta hvussu nógv luttaka á upplestrardegnum, verða allir luttakandi stovnar biðnir um at melda seg til á heimasíðuni www.bibliotek.org. Á heimasíðuni er eisini møguleiki fyri at fáa ókeypis tilfar sum t.d. badges og klistrimerki sendandi. Melda tín skúla, títt bókasavn ella stovn til longu í dag undir merkinum "Tilmelding" og tak lut í størsta upplestrareventi í Norðurlondum.

Á hvørjum ári luttaka umleið 2000 stovnar í Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Hetta merkir at tíggjutúsundatals børn og vaksin lurta eftir sama teksti samstundis í ellivu ymsum londum og sjálvstýrandi økjum. Føroysku bøkurnar, sum eru við í hugskotsheftinum eru Skrímslabøkurnar (Güettler, Helmsdal og Jónsdottir), sum eisini eru svenskar og islendskar, Eru trøll og huldufólk til? (Mia H. Smith og Th. M. Smith) og Brúsajøkul (Óli Petersen og Jens Pauli Heinesen).

- Komið og verið við í huldisliga huglagnum í ár og lesið úr fantastisku norðurlendsku bókmentunum um trøll og huldufólk, siga fyrireikararnir!