7.10.14

Vegghamar í Focus fríggjadagin


Fríggjadagin 10. oktober kl 16:00-18:00 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar (f.1937) upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru 33 málningar, teir flestu málaðir í 2013 og 2014. Omanfyri er Arnold Vegghamar avmyndaður í Listaskálanum tá Várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum og Myndlistasambandinum læt upp á Mentanarnáttini í ár.

Í innbjóðandi tíðindaskrivi sigur Marianna Norðoy, at í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjáldsom styrki. Listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri.

Arnold Vegghamar málar náttúruna á Viðoynni, lendingina, bygdina, hamrar og urðar. Tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, hvørt tað líkist náttúruni. Tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan, upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annarleiðis út enn vit sansa. Listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd, bygd á vilja og skapanarmegi.

Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnoldi Vegghamar krevja nakað av áskoðaranumm, sigur Marianna Norðoy, ið rekur Galerie Focus. Framsýningin er opin týsdag til fríggjadag kl 15:00-18:00 og leygardag kl 16:00-18:00. Eisini er opið eftir avtalu.

Niðanfyri eru Amariel Norðoy og Arnold Vegghamar avmyndaðir á framsýning í Lisaskálanum í 2010, har Líggjas í Bø helt upplatingartalu og Bodil Varming legði fram nýggja bók um listamannin, sum signerar á niðaru myndini.