28.10.14

Veðurlagsfundur á torginum


Í heimsins Sameindu Tjóðum (ST) eru deildir, ið arbeiða við veðurfrøði (WMO) og umhvørvi (UNEP) í øllum ST-limalondunum. Í 1988 stovnaðu hesar báðar deildir eina millumtjóða deild, The Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), sum við støði í aktuellari vitan hevur til endamáls, at lýsa tær umhvørvisligu og samfelagsbúskaparligu avleiðingar, ið veðurlagsbroytingar elva til. Hesi granskingarúrslit savnar IPCC og gevur tey út í einum jøvnum streymi, so politikarar kunnu brúka úrslit og nýggja vitan í dagliga arbeiðnum. Sjálvt er IPCC púra ópolitiskt.


Í hesum døgum verður fimta høvuðsfrágreiðingin løgd fram í Keypmannahavn. Og var tað ikki fyri listamanninum, Ólafur Eliasson (f.1967), so hevði eg ikki ánilsi av hesum fundum, frágreiðingum og framløgum á Tivoli hotellinum.


Saman við granskaranum Minik Rosing (f.1957) hevur Ólafur Eliasson funnið uppá eina ísklokku, Ice Watch, á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, har hvørt tal er eitt bráðnandi petti av grønlendska innlandsísinum. Av Nuukleiðini eru hesi ísstykki, eini hundrað tons tilsamans, fraktaði úr Nuup Kangerlua, Godthåbsfjørðinum, til Danmarkar, tollaði í Aalborg, og liggja nú fyri almanna eygum á Ráðhúsplássinum og minna okkum á, at klokkan er nú, at ísurin bráðnar, at havið fløðir, at hitin hækkar og at veðurlagsbroytingar eru ein veruleiki meðan klokkan gongur.


Hetta er aktiónslist her og nú. Ólafur Eliasson hevur sum eingin annar skil og sans fyri at upplýsa vanliga fólkið á gøtum og torgum. Og so giti eg, at hann hevur eina framúr søludeild, so virkin og sjónligur hann er á øllum heimsins pallum við løtuupplivingum sum hesari, seinast við Riverbed, einum petti av Íslandi, í Louisiana. Men partur av hansara ætlan, Ice Watch, vóru ikki hesi bæði, sum eru uttanfyri reyða bandið. Tey seta teirra álit á tveir elefantar, sum ikki eru úr glasi í grønlendskum íshandili, men í ektaðum donskum blikki. Tað er teirra klokkuklára trygd fyri aldri at minnast tiðnandi tíðina. Ein danskur elefantur úr umhvørvisvinarligum endurnýtslublikki. Í meðan gongur klokkan og vit lata okkum undirhalda innanfyri og uttanfyri reyða samfelagsbandið á almenna torginum.