Skip to main content

Ferðandi fótbóltsfepur


Vit vunnu á Grikkalandi, siga tey so ovurfegin úr Pireus. Býnum, sum danir stava Piræus og bretar Piraeus. Og mín sann skrivar Verdens Gang úr Noregi um færøysk borteseier over Hellas. Hvussu munnu norsku skúlabørnini finna til Hellas á summri? Og tey italsku til Monaco di Bavaria, sum onnur kalla München? Á verðin, verðin, sum hon hevur nógv nøvn niðri á londum.


Nei, einki er sum fótbóltur at lofta heimsins londum og loysa upp fyri snævurskygdum klandri á heimrustini, hvørt eitt land skal eita og stavast so og ikki so, tí hin alvaldi hevur sagt, at alt er einnevnt og ikki til diskusjón. Mín sann, um ikki fótbóltur kann loysa upp fyri hesum heimføðiskapi.


Í september 2005 vóru vit í Sousse í Tunis og skuldu leiga bil og koyra til Djerba, gjøgnum saltoyðuna, ið verður rópt Djevulsins grýta, og til starwars býin Tataouine. Avgreiðslan var í einum trongum skoti í ferðafólkabýnum og sølumaðurin hevði heilt vist verið lýstur sum armenskur seyðatjóvur í føroyskari krimisøgu. Men tá hann sá grøna passið úr Føroyum, hugdi hann stjørnuoygdur upp á okkum og fortaldi ovurfegin um eina franska sending um Føroyar, sum hann hevði sæð í gjárkvøldið, og ynskti av heilum hjartað at vit vunnu á Fraklandi. Vit fingu bestu tænastu og eina minniliga ferð.


9. september 2011 er staðurin Elektra í Texas: Í evarska lítlu Texasbygdini Elektra keyptu vit bensin í morgun. James Fanning spurdi, um vit vóru týskarar. ‘Nei,’ søgdu vit. So helt hann fram og spurdi, um vit vóru eysturríkarar, svenskarar ella danskarar? ‘Ja, á ein hátt, men nokk so langt longuri norðuri í Atlantashavi, úr Føroyum.’

‘Wawu,’ sigur hann. ‘Eg havi ongantíð skilt at tit fara til frívilliga spanking hjá heimsins størstu, Italia, Týsklandi og Fraklandi.’

James veit alt um fótbólt og tann vegin veit hann eisini alt um Føroyar. Verðin er løgin. Onkuntíð er hon stór, men ofta er hon so lítil at hon kenst heimlig hjá okkum øllum, allastaðni, at vera í.


30. september 2011 er staðurin Solvang í California: Hurð um hurð við matstovuna Vikinggarden, sum hevur storkin á takinum, selur jødiski Steve Druian bøkur og heilsuvørur. Hann fylgir væl við í fótbólti og veit alt um føroyska landsliðið og tey føroysku lið, sum hava spælt móti Ísrael. Eisini um flogferðina hjá franska landsliðnum við einum svenskum flogfari til Føroya. Fleiri ferðir hava vit varnast at er tað nakað, sum úti í heimi er eitt tjóðarsavnandi føroyskt brand, so er tað fótbóltslandsliðið. Og mitt í fótbóltsprátinum leggur Steve Druian fram einasta atlas í bókabúðini - tað hjá HarperCollins, sum skal koma á føroyskum um skamma stund. Verðin, verðin. Ikki er hon stór.

Fótbóltur og Føroyar eru ikki bara bókstavarím. Tey eru veruliga the finest festival brew. Gevið fótboltslandsliðnum alla ferðavinnukontuna. Eingin skapar føroyskt fokus sum fótbóltslandsliðið. Einki annað enn tað, dryppar á øll føroysk ferðandi.