16.11.14

Jólasøga (227 orð)


Hesa tíðina fellur heystbrúna leyvið av trøunum og rekst natúrligvís í túninum. Eitt gott litspæl, nú summarið bert er í minninum. Í dag fór eg út á terassuna at kveistra nøkur brún bløð, sum seinastu dagarnar hava ligið samanrullað á regnvátu brettunum. Sum sigarbløð, rullaði innanlærs hjá ungmoyum í Karibia, og sum nú bara rulla í ráføroyskum vindi úr ymsum heraðshornum millum fjals og fjøru. Men bíða nú, beint sum kveisturin skuldi raka bløðini, kom ein hvirla og eg varnaðist, at hetta var tyngri enn krúllaða gulbrúna leyvið. Hetta var fast í skapi, líkasum skorið úr viði og telgt til eitthvørt hugfarsligt endamál nú adventin er í væntu. Grannkongul, kanska? Ein av hesum at seta í jóladekorasjónir við grønum granni, reyðum silkibandi og hvítum ljósi at hugna um í stovuni, meðan eimurin frá ræsta kjøtinum leggur seg upp á rútarnar og rennur niður, meðan húskið klippur reyðhvit hjørtu. Eitt útvarpslurt skróvar í tí fjara, og eg hoyri um rækjur og aðrar feitar sakir. Mín sann um tað ikki er Rás tvey, sum sendir frá tretivu ára konsert hjá Frændum. Og í meðan eg fari eftir hundaposanum, sum Meta og Heðin so hegnisliga settu upp herfyri, ja beint herfyri, fyri hundaeigarum, sum brúka gøturnar á Tórsbyrgi, ið so vakurt knýta býlingin millum bý og haga, so yrki eg víðari, tá sangurin er liðugur. Í einum túni liggur lorturin brúni...