29.11.14

Jólatræ á Vaglinum í 80 ár


So er tólv metur høga granntræið úr Íslandi tendrað og kastar nú ljós á Tinghusið og Vaglið. Eins og í Føroyum veksur einki í Íslandi, uttan at tað er plantað. Hetta træ varð gróðursett á Heiðmørkini í Reykjavík í 1960 og hesa hálvu øldina ella meir, hava norrønu feløgini og líknandi felagsskapir tikið stig til at planta mong trø í Íslandi. Forsetin í býráðnum í Reykjavík, Sóley Tómasdóttir, helt røðu og upplýst varð, at sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, hevði felt træið. Har hava tey eitt nógv størri pingsystem enn vit hava sett í verk í høvuðsstaðnum. Men kanska kemur tað.


Aldri áður havi eg sæð so nógv fólk á Vaglinun, tá kalendarin ikki sigur ólavsøka. Havnar Hornorkestur spældi undir kønari leiðslu av Ova Olsen, ein lítil genta varð eftirlýst og afturfunnin, so tað varð akkurát sum tað eigur at verða á jólum, tá øll savnast og eru glað. Og so skulu einglarnir líka taka eina sjálvsu.

So fóru tær sum verndareinglar út millum fólk, at geva teimum endurskyn frá Tryggingini. Stuttligt og hugvekjandi meðan myrkrið fellir á mitt á Vaglinum.


Fyrstu røðuna helt Theodor Eli Dam Olsen, sum nú er prestur í Hoyvík. Hann er altíð væl orðaður og dugir at tjúna seg inn á høvið og at møta lurtaranum, antin hann er í kirkjuliðnum ella á Vaglinum. Soleiðis var eisini hesu ferð.


Aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, jólarøðuna, sum tey siga á heimasíðuni hjá kommununi.


Heðin upplýsti at 80 ár eru síðani fyrsta jólatræ varð tendrað á Vaglinum. - Akkurát hvussu tað kom í lag, at Havnin fekk eitt stórt granntræ at seta upp her á Tinghúsvøllinum, er eitt sindur óvist, men henda sið hava vit so tikið til okkum. Óivað er hugskotið komið úr Danmark, og væl kann hugsast, at føroyingar hava sæð fyrstu jólatrøini í Keypmannahavn, segði Heðin. Einki varð sagt um Birkerød og gamla vinabýasambandið, sum í so mong ár gav okkum eitt jólatræ, at vit enn syngja um tað. Og so sluppu nissubørnini í Havn at koyra í gamla brandilinum hjá Sløkkjuliðnum, so nú eru jólini heilt vist í hondum.


Men hóast ovurhonds nógvar kommunalar jólaperur, eg haldi ov nógvar, so er alt við tað sama í Vágsbotni, har Carl August Arge enn sum áður selur nýveiddan fisk.