27.11.14

Minni frá Múrinum


Her er eitt minni, ein souvenir, frá tónleikafestivalinum Við Múrin í 2009. Nú hoyrist, at aðrir eigarar, men undir sama navni, bjóða somu uppliving á sama stað, uttandura tónleik á bønum í Kirkjubø.

Karmarnir eru upplagdir og nærmast sjálvsagdir, fæst loyvi til endamálið. Hvussu innihaldið og upplivingin fer at verða, man bara tíðin fara at vísa.


Á heimasíðini siga teir báðir, Rói B. Poulsen og Helgi D. Michelsen, at tað var ikki av tilvild, at valið fall á Kirkjubø. - Vit vita frá øðrum festivali, ið áður hevur verið, og, sum ber sama heiti, at staðið er sera væl egnað til festival. Hóast Við Múrin 2015 ber sama sama heiti og fer fram í sama staði, er talan um ein annan festival, við øðrvísi konsepti og øðrum fyriskiparum, siga teir baðir.

- At savna føroyingar á einum søguligum stað til ein føroyskan tónleika- og mentanarfestival er bara “spot on “. Føroyska náttúran og umhvørvið í Kirkjubø skapar hugna millum fólk, siga Rói og Helgi. Og er veðri við teimum, so hava teir í hvussu er rætt. Men er tað øvugta galdandi, so er altíð keðiligt at vera á uttandura festivali í føroyska summarinum.

- Málið er, at tónleika- og mentanarfestivalurin hevur kjølfesti í føroyskari mentan og tónleiki, við einari so miki áhugaverdari skrá og góðsku, at festivalurin verður ein av landsins størstu tónleikastevnum og markerar Tórshavnar kommunu, sum mentanar- og tónleikahøvuðsstað. Festivalurin er í tríggjar dagar, frá hósdag til sunnudag. Skulu vit siga tað sjálvir, er hetta helst allar feitasta tjaldingarpláss í Føroyum!

Ikki hissini mál og eydnukrøv at seta sær sjálvum og høvuðsstaðnum.

Men nú er so boðað frá enn einum føroyskum tónleikafestivali í avmarkaða summarmarknaðinum. Livst, so spyrst. Hiðani frá skulu øll góðynski verða veitt hesi ætlan, sum er í teim bestu føroysku kørmum, tá umræður pallframførðslu, men ikki tá tað snýr seg um atkomuviðurskifti, sum neyvan eru trengri nakrastaðni í landinum.