Skip to main content

10 kappast um Geytan


Í Mentanarkaféini hjá Útvarpinum og Norðurlandahúsinum í dag varð kunngjørt, hvørjir føroyskir stuttfilmar á triðja sinni fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu hósdagin 11. desember 2014. Filmarnir verða sýndir í Høllini í Norðurlandahúsinum í hesi røð:

1 Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23
2 Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00
3 Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51
4 Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00
5 Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00
6 Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46
7 Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00
8 Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29
9 Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48
10 Skuld, art horror, Heiðrik á Heygum, 30:00

Atgongumerkjasølan til tiltakið er byrjað.