20.12.14

FedEx um Føroyar: I’m horrified


FedEx er heimsins størsta og skjótasta flutningsfelag. Men ikki øll lond eru til reiðar at taka ímóti so vælsmurdum flutningi. Eitt nú slow landið Føroyar.

Útvið fýra ár havi eg fingið pakkar frá einum altjóða bókaforlagi, HarperCollins, sum helst eisini er heimsins størsta. Tí brúka tey altíð ein professionellan speditør, FedEx ella líknandi, og rinda í dýrum dómum, so alt kemur fram í røttu tíð til rættan móttakara, sum í hesum føri situr í Føroyum og skal góðkenna tilfar úr Glasgow, innan tað verður prentað í Hongkong.

Í hesi fýra ár hevur nevnda forlag sent pakkar, til dømis eitt proof print pappírsrull at góðkenna, innan ein ávísan klokkutíma ein ávísan arbeiðsdag. Men í øllum hesum førum, og tað hundrað prosent, ja 100%, er eingin av pakkunum komin á mítt borð uttan fjant, fjas og roks. Ikki ein einasti ein. Tá tosað verður um altjóðagerð, enntá við øllum heiminum sum arbeiðsevni, er tað eitt sindur snópisligt at vera føroyingur. Havi hug at senda Ben Arabo í Sjá ein vinarligan tanka og reiðiliga tað.

Í London og Glasgow haðani flestu pakkar frá hesi fyritøku eru sendir, undrast tey yvir hetta óframkomiliga pakkaland, Føroyar. Alt, sum ber til í øllum heiminum, ber ikki til í Føroyum. Ikki bara so hissini ein tilvildarligan dag, men aldrin. Ikki ein einasti pakki. Ongantíð.


Einaferð varð góðkenningarprent, proof print, av einum veggjakorti av øllum heiminum sent higar við FedEx. Tá evstamark nærkaðist og avsendarin einki hoyrdi úr Føroyum, spyrja tey, nær eg ætli mær at góðkenna senda prentið. Eg veit einki um pakkan, eitt rull, sum langt síðani skuldi verið á mínum borði, og spyrji tí, hvat tey meina við. Fái straks eina slóð til talgilda tracking, sum svart uppá hvítt vísir farleiðina hjá pakkanum úr London. Hann hevur verið í Føroyum í fleiri dagar, og er farin avstað aftur, uttan at nakar veit av. Sølustjórin hjá altjóða bókaforlagnum øtast í London og sama gera tey hjá FedEx í sama býi. Ikki minst yvir óhøvisku avgreiðsluna hjá Modultransport í Kastrup, sum alt ov seint og fyri hópin av eykagjøldum, kvøldgjøldum, úrtíðargjøldum og útberingargjøldum vil senda mær vøruna aftur til Føroyar við Norlink tá allar freistir longu eru farnar. Eg noyðist at halda meg til eina skermmynd á telduni, tí einki pappír, proof print, kemur fram. Eg øtist. Vit øtast. Øll øtast. Men einki er at gera. Vøran kom ikki fram til tíðina. Aftaná er alt ov seint. So miskunarleys er tilveran og arbeiðsdagurin. Aftaná er alt ov seint. Soleiðis skrivar FedEx um akkurát hesu hending: 

I’m horrified to read the comments below, we ship proofs like this via FedEx at extra expense precisely because you can usually rely on them for an exemplary service. I can see from the tracking that it is showing as being in Torshavn on Wednesday prior to the estimated delivery of Friday (today) - I can’t imagine it’s exactly a large place so can’t see why it wasn’t delivered then. There certainly shouldn’t be anyone trying to add extra fees for delivery when we’ve paid for it all. I’ll raise this now with FedEx and see what they have to say about it, the online tracking shows the parcel as being back in Denmark this morning but still shows an estimated delivery of Friday which I can’t see how this can now happen.



Nú komu aftur tveir pakkar, sum hava ligið hjá Taks í snøgt hundrað dagar, ja 100 dagar, tí teir kundu ikki avgreiðast. Tað sigur Taks í tveimum brøvum við váttan frá tollara. Niðasti upplýsingar sigur, at pakkin inniheldur bøkur. Uttan á øllum umrøddu pakkum stendur, this package contains books, innihaldið er bøkur. Hvør er so trupulleikin? Førleikin at lesa? Førleikin at lyfta? Førleikin at bera? Førleikin at veita tænastu? Nei, eg bara spyrji. Bøkur eru bøkur. Eisini í pakkum hvønn einasta dag í árinum, sum nú er farið at halla. Men enn er vón fyri føroyskum skrankapávum. Sigst, at eitt nýtt ár er beint handan hornið. Alt tað besta verður ynskt skrankapávum í nýggja árinum. Haldið fast um eftirlitið og forðingarnar, tí Føroyar eru vissuliga verdar at verja. Og so eru tær so smáar eisini. Tað er at vera tvífalt á varðhaldi. Gott nýggjár allir skrankapávar. Hvørt ár er framtíðin í tykkara hondum.