Skip to main content

Fyrsti jólakavin - og ein sloyfa


Í morgunljósinum, úteftir og inneftir, sást fyrsti nýfalni jólakavin í ár. So varð at starta bilinum og skava frostin av rútinum í gøuljósinum úr Tórsbyrgi.


Í býnum glampa jólaperur í trøum og gluggum, og alt speglast á stillu miðbýarvágni.


Heilt niðan á Trapputrøðna, sum Útvarpið segði fyrr um landsins størstu handilsmiðstøð, so eingin varð tikin fram onnur í hesi sælu lýsingatíð, eru vindeyguni skrýdd við perum og trøðum.


Uppi á Oyggjarvegnum eru longu spor í nýfalna morgunkavanum, so her eru fleiri, ið longu hava koyrt og vent, summi at taka bíløt og fleiri, sum longu eru farin til arbeiðis á Brandstøðini, Hotel Føroyum og uppi á Húsareyni, har SEV hevur bygt allar vindmyllurnar og ymist betongarbeiði enn er í gongd.


Lága loðandi ljósið spælir sær suðuri í havi millum Borðuna og Kirkjubøreyn. Eina løtu sæst hon sum ein reyðgløðandi kúla, so er hon burtur, sólin, og alt er grátt yvir transformatorum, fæi og fólki ein kavamorgun við Kleynsvarða.


So er at fara oman aftur í Havnina og til arbeiðis. Fyrst ein mynd frá rulluportrinum og stikinum omanfyri Marknagilsvegin, oman yvir havnina og so ein breiðari myndi yvir allan býin og Nólsoynna við.


Og at enda oman gjøgnum Svaldbardsvegin og út í Grønland, til Poulinu, sum í kjallaranum í Grønlulág 1, niðanfyri Mikkjalstrøð, hevur spennandi virki, har hon vevar og m.a. ger turrikløð, skjúrt, slips og sloyfur, og í dag hevur gjørt mær eina butterfly til klædningin í kvøld, tá eg skal verða borðharri á arbeiðsplássinum. Gott vikuskifti í fyrsta jólakavanum!