17.1.15

Heilsan til Tey av Kamarinum


Alt var betri fyrr!

Fyrr í tíðini plagdi eg at hava útvarpssendingar, í fyrstuni við útlendskum tónleiki og seinni um mentanarlig viðurskifti her í landinum.

Í fyrra førinum bara rútmiskan tónleik, ongantíð seriøsan tónleik.

Soleiðis vóru heitini tá. Rútmiskur tónleikur mótvegis seriøsum tónleiki. Gittarsoloir hjá Hendrix og kantatur hjá Bach.

Og tó.

Í útvarpssendingum møtti man ongantíð einum tónleikara, ið forsakaði rútmu, og frívilliga gjørdist ó-rútmiskur. Kanska vildi tað verið ov langt frá fyrstu takt og til ta næstu, um tónleikarin valdi at blíva ó-rútmiskur.

Heldur ongantíð møtti man einum tónleikara, sum segði seg vera ó-seriøsan í øllum tí, hann ella hon fekst við á tónleikaøkinum til gerandis og heilagt, bara tí hann varð koyrdur í rútmiska bólkin.
Rútmiskur ella órútmiskur, seriøsur ella óseriøsur. Tað var gott latín fyrr.

Tí fyrr vóru nokkso nógvar hugsanir av slíkum slagi.

Kassahugsan og etikettir, ið høvdu lyndi til at seta seg á alt, so vit ikki viltust. Tað var nokkso stuttligt – fyrr.

Hugsa tær ein tónleikara, ið verður uppringdur at spæla á Hotel Føroyum á Kongabrúnni, har William heldur føðingardag, og sum tað fyrsta sigur: eg spæli alt uttan rútmiskan tónleik. Eg dyrki ikki rútmiskan tónleik. Tað gera hinir spælimenninir. Teir meira fortaptu.

Og hugsa tær ein tónleikara ella tónaskald, sum í útvarpspráti um nýggjársleitið peikar á seg sjálvan og sigur: eg eri óseriøsur. Eg spæli bara óseriøsan tónleik. Seriøsur tónleikur er ikki akkurát eg. Tað eru hini.

Summa summarum: rútmiskur tónleikur, sum ikki er seriøsur tónleikur. Tað var tað, sum vertir fingu boð um at borðreiða fyri lurtarum í almannavarpinum fyrr í tíðini.
Kanska var ikki alt betri fyrr. Og tó.

Í Svøríki í 70’unum varð enn ein etikett sett á tónleik: arbeiðaratónleikur, ið spretti úr eini intelektuellari arbeiðarahevd kring plátufelagið Musiknättet Wäxholm.

Longu samanrenningin, intellektuell arbeiðarahevd, skurrar í oyrunum og leggur upp til eina andsøgn. Og tó, buruturúr komu Hoola Bandoola Band, Mikael Wiehe og Bjørn Afzelius, sum enntá er týddur til føroyskt. Hesin nýggi arbeiðartónleikur á svenska móðurmálinum eydnaðist at blíva ein identifikatiónsfaktorur hjá arbeiðandi fólki og enntá í verkføllum hjá námsarbeiðarum í Norðursvøríki. Og fyri at seta enn eina etikett, enn eitt frámerki, á hetta tónleikaslagið, arbeiðaratónleik, so er tað vinstravongin, vit her tosa um.

Amerikanskur countrytónleikur er ikki eyðkendur á vinstraveinginum, men er heldur siðbundin og samfelagsbevarandi, og kann henda beinleiðs ‘red neck’, úr Suðurstatunum, har ræðslan fyri øllum fremmandum, serliga svørtum, er fullkomin og verður dyrkað í afturlatnum losjufelagsskapum við hvítum nissuhúgvum, har bara hvít hava atgongd, so sum vit onkuntíð síggja í filmi.

Og tó er størsta amerikanska countrystjørna á okkara leiðum svørt sum náttin og slapp tí ikki á húsan, fyrstu ferð hann var frammi.

Kanska var ikki alt betri fyrr.

Men tað var stuttligt at seta etikettir, frámerki, á tónleik, tónleikarar og tónleikasjangrur fyrr í tíðini.

Tí tá nýggir mentapallar, Norðurlandahúsið til dømis, plátufelagið Tutl, musikkskúlar og enntá abstrakt orð sum mentanarpolitikkur komu við í loyvdu móðurmálsorðabókina, tá duttu etikettinar av fleiri av heimligu súltoysgløsunum.

Etikettirnar, sum høvdu havt til endamáls at gera skilnað millum okkum og hini, millum bygd og bý, millum línumenn og landkrabbar, millum høg og lág, millum makt og ómegd.

Hesir nýggju pallar og møguleikar lótu upp fyri einum borgarligum symfoniorkestri, sum gamaní ikki varð mannað við línumonnum, men einaferðina fann uppá at spæla saman við vinstravendu Frændum, og sum seinni fór at spæla saman við íslendingum í eini tulking av The Wall hjá Pink Floyd.

Einki er sum tá veggir falla.

Einki er, sum tá vit uppdaga, at tað, sum The Beatles í Liverpool aldri megnaðu, tað megnaðu Tey av Kamarinum í Conradsbrekku í Havn. At geva út tríggjar seriøst rútmiskar singleplátur eftir einum ári. 1959.

Á einari av hesum trimum plátum er sangurin um ‘Lívið’, ið er um saknin hjá einari gentu, sum misti drongin, ein av teim 22, sum fórust við Stella Argus. Ein klassikari, beint úr arbeiðarahevd og enn við altjóða appeali.

Sama ár kemur klaksvíkssangurin hjá Bernhardi Brim, sum Connie og Simme syngja. Og Tonglatummas hevur árið fyri fingið M.A. Jacobsenvirðislønina, og hann er ikki uttan týdning, tá skótar og skúlaungdómur í Havn og úti um landið definera hetta fremmanda rákið, skiffle og rock and roll, úr Bretlandi.

Uttan Málráð og yvirskipaða ætlan var endamálið hjá øllum aktørum um hetta mundið at klæða ‘ragg og rull’, sum Tonglatummas segði, í munnbært føroyskt mál. Medvirkandi orsakir eru nýggj tøkni og nýggir møguleikar, og tann sosiologiska sannroynd, at ungdómur er nýggjur bólkur, sum speglar sær í samtíðarmiðlunum, ikki minst tá tey sjálvi sleppa framat í nýstovnaða Útvarpinum í 1957.

Eftir bara tveimum árum høvdu føroyingar funnið stevið og tónan. Ein egnan heimlandstóna, soleiðis at 1959 stendur sum hitt fyrsta árið við haldbarum føroyskum skaldskapi á plátu, við rocklýrikki, sum tey siga í øðrum londum.

Heiðurin hava Tey av Kamarinum átt øll hesi ár. Saman við øðrum, gamaní, men fyrst og fremst tey, sum nú hava verið virkin í 60 ár.

Pápin var úr Skálavík, so staðurin er væl valdur. Tá vit nevna Tey av Kamarinum, vóru tey sjey. Hjørleif og Ingolf, sum ikki eru millum okkum longur, Áslakkur, Jákup og Margretha, og so Eyðbjørn og Nicolina, sum seinastu mongu árini hava myndað bólkin, nú sum Tvey av Kamarinum. Eyðbjørn og Nicolina, og Eyðbjørn við einum Høfner-gittara, sum hevði navnið Frida. So kom ein gittari, ið æt Súsanna og allir gittarar, sum komu seinni, teir høvdu kvinnunøvn.

Onkur hevur sagt, at í einum stálsettum munkakleysturi, er einki natúrligari hjá einsama kovboyaranum á fiskifeltinum, enn at taka henda rundleitta kroppin fram, kína honum og sláa longsulsfult á streingirnar meðan sólin setur.

Veit ikki, um mystiski beatilin, George, hevur hugsað tað sama um Lucy, hann var tross alt úr Liverpool, ella B.B.King, hinumegin Atlantshav, tá hann nevndi gittarin Lucille.

Men meðan ein kovboyari enn er kallkynsorð, sjálvt á Brokeback Mountain, so hevur verið natúrligt at gittarin verður kvennkynsorð í teim pørtum av landinum, norðanfyri og sunnanfyri, har bundinskapurin at havinum er sterkastur. Tað er so eitt git undir mánanum.

Um alt var betri fyrr, so er ið hvussu er alt gott nú, uttan veðrið, nú tá Tey av Kamarinum fáa Heiðursgávu Landsins fyri 60 ára virksemi í føroyskum tónleiki.

Tí er tað ein fragd at sleppa at siga hesi orð, nú tey, væl uppiborið, fáa Heiðursgávu fyri 2014 nú føðingardagur William Heinesens fór framvið.

Til lukku – skálvíkingar í allari verðini!