19.1.15

I can’t stand fences


Ann Telnaes (2006): Drawing a Line

Fyri 80 árum síðani gjørdu Cole Porter og Robert Fletcher sangin Don’t Fence Me In til sangleikin Adios Argentina, sum aldri bleiv til nakað. Men sangurin bleiv ein landaplága. Ikki bara í amerikanska upprunalandinum, men í øllum heimsins londum. Kom í tankar um henda sang, nú øll vilja strika av og byrgja inni tey, ið hava annarleiðis meiningar enn tey, sum halda seg sita omaná. Sangurin leiddi meg til enn eitt minni frá fyrst í 80’unum, tá eg sjálvurannar var í praktikk frá Læraraskúlanum. Halgadoy um vit ikki vóru sett at hava fimleik ein dupulttíma. Ikki akkurát mítt fak. Men vit løgdu væl rættis saman við stinnu fimleikalærarinnuni. Til henda fyrsta praktikktíman í fimleiki skjeyt hon upp, at vit skuldu enda við at spæla sjórænarar. Tað er tá øll sleppa at gera alt, sum til ber í eini fimleikahøll. ‘Kann mann tað?’, spurdu vit báðir praktikantar forskrektir og sóu beinbrot og blá eygu fyri okkum, tí flokkurin var eitt sindur balstýrin. 'Jú, vit hava fingið næmingarnar í varðveitslu og mugu stóla uppá, at teir hava fingið so mikið gott í beinið, at nú kunnu vit uttan ampa draga øll amboðini í fimleikarhøllini fram!' Sindur militant, men til denna dag haldi eg at fimleikalærarin gjørdi tað einasta møguliga. Um tað var rætt, veit eg ikki. Men tað var tað best møguliga tá. At so onkur næmingur var varnari at fara upp í togini enn aðrir, tað mugu vit bara liva við. Kanska skulu vit heldur í størri mun beundra teir næmingar, sum eru fyrstir upp í togini, heldur enn at leggja teimum forðingar í vegin. Give me land, lots of land. I can’t stand fences!