20.1.15

Kavamyndir


Í hesum døgum er lagamanni, ella gaman í, sum Sprotin skjýtur upp í opnu orðabókini, at taka kavamyndir, har grivið er. Í hvussu er, um tú ert í bili. Tað var eg i gjár. Í bili niðan eftir Oyggjarvegnum, steðgaði við rulluportrið at taka myndina omanfyri, framvið Kleynsvarða og vendi við vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga. Tá sæst, hvussu lítil menniskjan er. Hon sæst niðast til høgru í myndini niðanfyri. Og í tí fjara síggjast hægstu støðina í Neshaga, sum setandi sólin rakar.

Fjaldur undir eini kavafonn, stendur ein gráur Honda við vegjaðaran longur niðri. Eins og aðrir bilar, ið treiskaðust ímóti veðrinum og øllum ávaringum, kom hann ikki longur. Ein stoiskur skulpturur í kavalandslagnum.


Skotabrúgv sæst oman móti Havnardali og í tí fjara sæst Fjallið omanfyri Fossdalsá.

Við jaðaran verða vit mint á ross og reiðmenn, sum krossa vegin við Kleynsvarða, ella ríða framvið eftir gøtunum úr Havnardali, har mongu fjósini eru, føroysk og íslendsk. Sum alla aðrastaðni í landinum sæst, at mong hava til frægd at skjóta til máls eftir ferðslutalvum í haganum. Høvdu byrsurnar verði størri og sterkari, kundu tær gjørt hol í talvuna, sum kundu skapt eina spennandi grafiska effekt. Go for it, you gunners!