30.1.15

Kavi á vegnum og brim á sjónum


Í morgun var kavi á vegnum, brim á sjónum og vindur allastaðni. Ja, kolandi stormur og ódn í øllum landinum, skulu vit trúgva Útvarpinum, sum trýr Landsverki. Men har trúgva tey mest uppá morgunlesturin, so arbeiðsfólk úti um landið máttu bíða tolin eftir avlýsingum frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Tá er gott at búgva beint við arbeiðsplássið mitt í Kontórshavn, og í friði og náðum turka bleyta kavan av vindeyganum meðan kommunali lyktapelin glampar stillisliga yvir byrjandi fríggjadegnum.


Hoyrdi lítið til storm í nátt, men ein starvsfelagi, sum kom úr Klaksvík, svór uppá, at hon hevði ikki vágað sær til arbeiðs í dag, um hon ikki hevði so góðan sjaffør. Og náttin hevur verið hørð. Tað síggi eg ávegis til arbeiðs á Bukkevald, har portrið er sprongt upp av gróti, asfalti og bøkkum, sum brimið hevur skrætt upp av botni og tikið við sær inn á vegin.


Her er nokk einki veður fyri kampistar og kampingvognar í dag. Tí er gott, at bummurin er fyri, so eingin tekur sær óráð fyri og flytur inn í heimsins paradís við bestu fiskimøguleikum og allar besta útsýni.


Longur heimi, har við Eystfalssker, ber heldur ikki til at sleppa sær av við lortin, mannatrekkin, úr kontinentala kampingvogninum, hóast uppgangurin nú er so nógvur og harður, at her hevði einki sæst aftur í bræði, um tú so lat alt renna út.


Komin í arbeiðstúnið eru greflig spor av einum rennigravara, sum hevur arbeitt í rununi á grannaøkinum. Í øllum tí dukandi larminum havi eg uggað meg við, at hetta merkir framburð fyri land og fólk. Nú eru grafisku sporini eftir, brúnt omaná hvítt. Føroyar úr verkamannafrásýni ein fríggjadag.


Og so er bara at ynskja øllum arbeiðandi fólki ein góðan fríggjadag. Kanska hava mínir starvsfelagar upplivað okkurt nýtt, óvæntað og gleðiligt, tá hesin dagur fer at halla, sum á myndini niðanfyri. Livst, so spyrst. Gott vikuskifti allir óveðursbloggarar í verðini!