22.1.15

Ljós yvir Nólsoy og alla Havnina


Meðan SEV legði biografin og alt landið lamið í ein tíma í gjárkvøldið, eydnaðist ikki at taka lívið av Livjatan, nýggja russiska stórfilminum um korrupta borgarstjóran við Barentshavið, ið fær alt illavorðið at eydnast, so leingi hann hevur etableraðu kirkjuna hjá sær og við sær. Men leggið til merkis, at óetableraða kirkjan var eisini har, hon sum keypti breyð á sama staði sum fólkið, men slapp ikki uppí partin hjá borgarstjóranum. Men henda lítilætna kirkja slapp at siga lyklasøguna um Livjatan og at geva fólkinum breyð. Men tá fór ljóð og kamera í svínastallin. Frá Job og Sálmunum fóru vit við russiska fátækraprestinum til Matteus 7,6. Sterkur filmur. Ole Wich tók ivasomu myrkursmyndina omanfyri, tá ein SEV maður, sum var millum áskoðararnar, fekk arbeiðsboð og kundi greiða fulla salinum frá skaðanum. Ein serstøk film noir løta og forsmakkur uppa sólarmyrkingina um tveir mánar, meðan Klubbin skonkti eina myrka. Men hósmorgunin varð bjartur eins og allir aðrir morgnar hesa myrkursins tíð. Um svarta fjørðin hevur Ternan so trúliga siglt við fullum ljóskastara framman og aftan, so øll í Nólsoy síggja, hvat tey hava uppá breyð ein myrkan vetrarmorgun. Eisini vit, sum búgva í Havn, sum annars bara hava ljóskastarar í Gundadali.


Onkuntíð hugsi eg, at Føroyar eru ein heilt serstøk tjóð av upplýstum íverksetarum, at finna uppá tað mest ótrúliga í mótbrekku, sum á sløttum fjørði. Hetta var so nýggjasta almenna íverksetaraætlan: Ternan, sum sigur mær, og øllum nólsoyingum, hvat teir hava uppá breyð, og sum ansar eftir, at vit ikki stinga bitan í eygað. Takk fyri ljósið, almennu Morgunføroyar!