27.1.15

Norðurlendskur filmur í felag


Norðurlendskur filmur hevur títt og ofta staðið sterkur á altjóða pallinum. Heilt frá teim fyrstu døgum, tá filmar vórðu gjørdir í Týsklandi, og heimurin lærdi seg nøvn sum Die Asta, ið var danska Asta Nielsen (1881-1972), og tá svenski filmsleikstjórin Victor Sjöström (1879-1960) fór til Hollywood, og ikki minst tá landsmaðurin og starvsbróðurin Mauritz Stiller (1883-1928) uppdagaði Gretu Garbo (1905-1990) og førdi hana til amerikanska býin, sum enn er ímyndin av filmslist og filmsídnaði. Seinni fingu vit so nøvn sum Bergman, August og von Trier. Men Føroyar eru ikki órørdar sum filmsland. Longu í 1907 tók heimsins elsta filmsfelag, Nordisk Film, eina danska kongavitjan upp í Havn, og sama ár keypti Ólavur á Heygum (1866-1923) eitt filmsapparat úr Noregi, sum hann trý ár seinni seldi til Dia av Bø, tað er Andrias Niclasen, ið fór undir biograf í Havn. Síðani var biografur bæði í Sjónleikarhúsinum, sum upprunaliga varð bygt í 1926, og í Havnar Klubba, sum í 1962 bygdi einasta biografbygning í landinum. Har var tað at Filmslistafelagið varð stovnað í oktober 1962. Tíggju ár frammanundan var norski Leif Sinding (1895-1985) í Føroyum og gjørdi filmin, sum fekk heitið Selkvinnen (1953).


Uttanduraupptøkur vóru gjørdar í Føroyum í 1952 og aftur árið eftir. Guðrun Haustein, omanfyri, sum tá var ung, fekk til uppgávu at svimja sum Selkvinnen í Sundalagnum og at sita á eini tekju í Saksun. Tað var Niclas Andreasen, sum skipaði fyri, tí hann var skrivari hjá norska konsulinum, minnist Guðrun, ið fekk fimmhundrað krónur fyri uppgávuna. So flutti hon niður til Danmarkar, giftist og gloymdi alt um filmin, sum hon aldri sá, fyrr enn Filmsfelagið vísti hann í Havn í 1990.


Eisini tá greiddi Jan Erik Holst, omanfyri, frá um Selkvinnen og tær umstøður, sum vóru at gera film í Noregi eftir kríggið. Jan Erik sigur, at Selkvinnen er kendur sum tann filmur, ið fæstu norðmenn hava sæð, og sum filmurin, ið burturav varð orsøk til at lógin um stuðul til film varð broytt. - Til ber at siga, at filmurin er ein herostratisk berømt kalkun. Men ringa eftirmælið, sum hesin filmur fekk, er heilt vist tengt at tí veruleika, at leikstjórin var nasistur undir krígnum og leiðari á nationalsosialistiska Statens Filmdirektorat, sum hann varð straffaður fyri eftir kríggið. Tí sást navn hansara ikki á plakatini, men Lauritz Falk, ið hevði romantiska høvuðsleiklutin sum Nólsoyar Páll í tjóðbúnað, og Per Jonson, ið var fototekniskur leikstjóri.


Jan Erik Holst, sum í mong ár var stjóri í Norsk Filminstitutt, er nú pensioneraður. Eg avmyndaði hann niðanfyri Hotel Føroyar, nú hann aftur var í Havn við tiltikna filminum um Kópakonuna, sum íslendski Birgir Thor Møller, niðanfyri, sýndi á Føroyskum Filmsdøgum í Norðurlandahúsinum. Nú fer tiltakið til Póllands, ið er eitt av mest spennandi evropeisku filmslondunum.


Fyrsti filmur, sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio, var júst hin pólski Ida, sum allir ummælarar fegnast um. Hóast hann er svart-hvítur og í academy formati, var útselt til fyrstu sýningina. Næsti filmur var hin russiski Livjatan og triði verður Mr. Turner, ið er um kenda bretska landslagsmálaran Turner, sum Bárður Jákupsson fer at hugleiða um.


Verður undirtøkan eins góð og fyrstu sýningarnar benda á, so verður filmfestivalur í Havnar Bio. Ole Wich, sum var í gamla Filmsfelagnum, hevur gjørt búmerkið fyri komandi filmfestivalin. Búmerkið byggir á upprunaliga búmerkið, sum Petur Zachariassen teknaði. Tað ímyndar ta felagskenslu, sum natúrliga tekur seg upp, tá fólk í hópatali fara í biograf at síggja nýggjan listarliga áhugaverdan film - filmsdagar í Havn, sum altíð eru í felag!