17.2.15

Boblujakkabandin


Her eru teir, boblujakkarnir til næsta val. Havi heft meg við hetta klædnaplagg, sum landsins kosnu menn, ja menn, klæða seg í, tá teir fara til arbeiðis. Havi hugsað við mær sjálvanum, at tað mann vera nakað kalt á tí arbeiðsplássi, har tú allan dagin situr í knappaðum boblujakka. Hevði tað verið mín starvsfelagi, ið enn sæt í boblujakka tá klokkan varð fýra, so hevði eg spurt, um hon var køld og um tað trekti. Hvussu mann vera á tingi? Har hava menn latið seg stilla upp, latið seg velja og hava tikið av lógliga valinum. So møta teir. Í boblujakka. Tað sigur tingvarpið og pressan. Tingmenn ganga í boblujakka. Teir møta og sita í boblujakka. Teir tala í boblujakka. Men hvat eyka signal fái eg, tá politiski boblumaðurin fer á talarastólin í snørdum jakka? Sjálvur fái eg ta fatan, at hann er kaldur. Illa heitin lúrur hann sum ein einsamur úlvur í kanadiskum gásadúni eftir úthurðini, at vissa sær, at hon enn er á glopp, antin til at rýma med alla, ella bara eina løtu at sleppa sær ósæddur avstað til hitt starvið, privata handilin, privata praksis, ella hvat tað nú er. Bara ikki hetta ótolandi tingarbeiðið, sum ikki tolir landsins linsur. Jú mín sann. Klædnadraktin og kropsburðurin avdúkar ikki bara teg og tínar ivasomu politisku ætlanir, men útholar eisini fólkaræðið. Bobluklæði og fólkaræði passa ikki saman á tingsins røðarapalli. Tað er sum við sponsorum á mentanarpallum. Til garderobuna og ikki longur. Tí hvat verður tað næsta á tingi? Boblugummi?