16.2.15

Fiskivinna úr erva


Triða mánadagssendingin um fiskivinnuna í sjónvarpinum Dulda sølan av fólksins ogn var so hugtakandi og sannførandi við stringentari ervafrásjón, at eg mátti fara at leita á netinum eftir dronufoto, loftmyndum og bíbilska tekstinum um 'skøl, sum fullu frá eygum', og fingu hin blinda at síggja.

Fann tekstin í Victorsa týðing, tí kirkjubíblian á netinum er blivin so trupul at leita í, at har gjørdist einki. ‘Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.’ Soleiðis stóð at lesa í Apostlasøguni.

Júst hetta var niðurstøðan eftir hesa sending. Og kanska skuldi hetta bíbliuvers staðið broderað og innrammað á øllum redaktiónum.

Í kvøld var av sonnum ein ervafrásjón, og alla tíðina ritstjórnarliga væl viðgjørt tilfar, so vit skiltu alt og kundu fylgja við. Tá er málið í miðal miðlaarbeiði rokkið.

Men tað er so óalmindiliga sjálvdan at tað eydnast. Í hvussu er so væl, sum í sendingini í kvøld.

Hendan formidlaða vitan var so effektivt og sannførandi borin fram av Jan Lamhauge og Jón Brian Hvidtfeldt, at hon kann ikki annað enn fáa avleiðingar, fyrst og fremst at miðlabrúkarin velur annarleiðis á næsta vali. Men søgan sigur, at tað fara vit neyvan at gera. Nógv drúgvari og meiri langsiktað miðlaarbeiði skal til, skal henda sjúka samfelagsliga gongdin broytast.


Vitan um og innlitið í okkara høvuðsvinnu, sum higartil hevur verið duld, eigur í fólksins navni at verða løgd fram í ljósið. Tað er fremsta skylda hjá einum almannamiðli, sum eisini hevur fingið eitt vinnuloyvi. Eingin annar hevur atgongd til hetta vinnuloyvi, og tí liggur ein tung ábyrgd á Kringvarpinum at skapa eina virkandi redaktión á hesum øki, okkara høvuðsvinnu.

Eins og fyri áratíggjum síðan, eiga vit nú at fáa eina fiskivinnusending í útvarpinum. Hvørja viku eiga vit at fáa minst ein tíma við tí nýggjasta úr fiskivinnuni. Við broddi. Og so eina forkromaða sjóvarpssending við ervafrásjón sum hjáveiðu frá somu redaktión eisini, kanska einaferð um fjórðingsárið.

Men ervafrásjón valdast. Í kvøld varð ervafrásjónin við loftmyndsdronu brúkt heilt í mark. Ikki meir av dronu-gimmick. Tað var gott við loftmyndum, men nú ber sendingin ikki fleiri myndir úr dronum. Sigandi stemningsmyndirnar hjá Jógvani Eli Dam, serliga tær í myrkri, eru enn meistarligar, og til ber eisini at filma fiskivinnu úr øðrum vinklum, til dømis heilt niðri í kjølinum og við web-kamera á hvørjum sjómanni. Her er ein inspiratiónskelda við spennandi fiskivinnumyndum, sum ikki eru úr erva: Leviathan (Lucien Castaing-Taylor, Verena Paravel 2012). Spennandi filmur í biograffilmslongd, sum er uttan orð.

Eina fasta fiskivinnusending, takk!