11.2.15

Flugufrensur í februar


Í dag fleyg ein flugufrensur millum bøkurnar á arbeiðsplássinum. Eina løtu seinni kom hann aftaná mær inn á kontórið, flugfrensurin, sum tey á Eiði siga um skinflugu, ið er fluga av ættini Calliphora.

Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hevur savnað skinflugur av fleiri sløgum úr øllum landinum flestu mánaðir í árinum. Hann sigur, at hetta er ein vanlig skinfluga Calliphora vicina og vísir til vísindaliga grein í Norwegian Journal of Entomology í 2013 um flugur í Føroyum.

Saman við Jógvan Fróða Hansen og Ámundi Nolsø, hevur Jens-Kjeld Jensen savnað, kannað og skrásett ikki færri enn 3827 flugur í Føroyum. Í greinini eru tær býttar í fimm sløg, við hesum latínsku frámerkjum: Calliphora vicina Robineau-Desvoidy, 1830, Calliphora uralensis Villeneuve, 1922, Calliphora vomitoria (Linnaeus, 1758), sum fyri fyrstu ferð er funnin í Føroyum, Cynomya mortuorum (Linnaeus, 1761) og Protophormia terraenovae (Robineau-Desvoidy, 1830).

Kanska eru hesar fimm fluguættirnar orsøkin til heiti á sanginum Fimm feitar flugur.

Eitt undirslag av heygsmanninum Rossafirvaldi (Abromias assimilis (Doubleday, 1847) er kallað eftir Jens-Kjeld Jensen og ber navnið jenskjeldi.

Á arbeiðsplássinum samdust vit tó skjótt um at drepa dagsins granskingarevni, flugufrensin, innan hann legðist í eitt gott tjógv í grannalagnum. Sigst, at flugur koma higar við innfluttum vørum heilt frá graslíki til høsnafóður.