5.2.15

Fokus á foto í Lítluvík


Á triðja sinni skipar Myndafelagið Fokus fyri ársframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Í ár sýna ellivu limir fram. Teir ellivu framsýnararnir eru í ár Jógvan Horn, Jón Kragesteen Joensen, Rani Joensen, Óli Lindenskov, Jóhan Ó. Sigurðsson, Súsanna Nielsen, Jenny Weihe Poulsen, Snæbjørn í Dali, Irwin Mittún, Sæmund Tausen og Heri Samuelsen. Við formanninum, Óla, í miðjuni niðanfyri, sæst yngsti luttkari, Rani, sum júst hevur fylt 22, til høgru og næstelsti, Jóin, sum verður 75, til vinstru. Á niðaru myndini sæst elsti luttakari, Irwin, sum er 77 ár. Hann hevur avmyndað eina spegling av bygdini Hósvík, har sjóvarmálin fer gjøgnum miðjuna á myndini.


Ídni kassameistarin, Jenny, smíðar og hongur upp. Hon tekur sær eisini av limalistanum í Myndafelagnum Fokus.


Jón Kragesteen Joensen, sum undirvísur í foto, hevur avmyndað ein modell, ið hann hevur fingið at posera móti einum bláum veggi.


Millum mongu myndirnar hjá teim ellivu fotografunum eru eisini brúðarmyndir úr Tindhólmi, sum Snæbjørn í Dali hevur tikið, og spennandi svart hvítar myndir hjá Súsonnu og Jenny.




Næstelsti framsýnari, Jóin, sum býr í Svíáum, og hevur fotograferða svanar niðri á Vatni á Eiði, mátar, um alt hongur beint eftir vegginum í Smiðjuni.


Myndafelagið Fokus hevur til endamáls at savna fólk, ið hava foto sum ítriv. Felagið, sum heldur til í einari skúlastovu á Argjum, skipar fyri fototúrum og limatiltøkum, har fólk hittast til fotoprát og síggja myndir hjá hvørjum øðrum, læra um myndatøku og myndaviðgerð.

Opið er:

Fríggjadagin 6. februar frá kl. 14-19
Leygardagin 7. februar frá kl. 12-18
Sunnudagin 8. februar frá kl. 14-18
Mánadagin 9. februar frá kl. 14-18
Týsdagin 10. februar frá kl. 14-18