11.2.15

Fult hús av fúlum


Í annaðkvøld fara øll, sum vanliga ganga í biograf, at seta seg í myrkrið, um somu tíð sum øll onnur í heiminum, at greina tað graða í gráum, tá Fifty Shades of Grey (Sam Taylor-Johnson 2015) verður sýndur. Fyrst kom bókin og nú filmurin.

Tað er sum við James Bond og Harry Potter. Øll vilja eiga ein part í tí nýggja, sum sæst í heimspressuni, hóast tað kanska bara er av ikonografiska slagnum og neyvan stingur djypri, og helst verður slaktað av teim ummælarum, vit vanliga halda okkum til.

Men universellar søgur eiga vit at sleppa at uppliva á heimligum botni, eisini tær morreyðu. - Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde på ny indføres, sigur, so segði hann, grundlógin.

Hóast hetta, eru fólk sum í álvara boykotta filmsýningarnar, ikki bøkurnar, men bara filmsýningarnar, og heita á tey, ið taka lut í boykottinum, heldur at flyta biografpeningin til eitt kvinnufelag í viðkomandi landi. Eitt gott og eisini hugvekjandi marknaðarátak, ið fær okkum øll at minnast til filmin, sum tey flestu annars høvdu valt frá, tí IMDB gevur hon 3,9 stig av 10 møguligum. So lágan karaketer havi eg ikki sæð áður.

Herfyri tók ein meinagóður politikari alt Filmseftirlitið av, men tó eru lógir, ið banna porno og blasfemi enn í gildi. Hóast vit onkuntíð munnu ivast, so liva vit í einum rættarsamfelagi á øllum føroyskum økjum, í biografi, bókum og á fiskifeltinum.

Mangt er.

Bókin, onkur sigur at tær eru fleiri, líka veit eg, varð metsølubók um allan heim fyri einum ári síðani. Helst finna vit nógvar ólógligar bøkur, um vit eru fýrakantaði og fara inn á almenn bókasøvn við lógarinnar svarta bókstavi í hondini.


Faktum er, at í dag, ein dag undan frumsýningini og tríggjar dagar undan Valentinsdegi, eru fleiri atgongumerki seld í forsølu til filmin Fifty Shades of Grey enn til nakran Hobbafilm, sum higartil hava metið í forsølu. Men tað er einki í mun til áskoðaratøl til Barbaru hjá Nils Malmros, sum varð frumsýndur í Føroyum 28. september 1997. Meðan hann enn var nýggjur, sóu 17.000 fólk filmin bara í Havnar Bio. Verða allar aðrar sýningar, sum hava verið seinni, lagdar afturat, munnu fleiri enn 20.000 fólk hava sæð Barbu á føroyskum lørifti. Annars eru mest sæddu filmar í Havnar Bio Titanic, allir tríggir filmarnir í røðini Ringana Harri, Avatar, Narnia og Hobbafilmarnir. Síðani koma teir ymsu Harry Potter filmarnir, ið ikki hava verið so stórir, sum væntast kundi. Mest sæddi danski filmur seinastu árini var Klovn í 2010. Í heyst kemur ein nýggjur Klovnafilmur. Í so máta eru vit væl við, tá tað snýr seg um breiða globala undirhaldið, sum vanligi havnarborgarin nú eisini kann loysa billett til, ynskir hann ella hon tað.

Annars verður ein spennandi filmur um kynsleiklutir í parlagnum sýndur í næstu viku. Hann er svenskur og kallast Force Majeure og fekk allar týðandi virðislønir í heimlandinum, tá árliga Guldbaggevirðislønin var handað fyri stuttum, og 7,5 á IMDB stiganum. Væl møtt til tann film, tær dámar!