2.2.15

Hvítir bilar


Í dag eru allir bilar hvítir. Og helst eru tað júst bilarnir, sum fyrstir verða raktir av kava, avfalli og ringum koyrilíkindum. Útvarpið hevur straks kunngerðir og frásagnir um, hvussu Bygdaleiðir koyra ella ikki koyra, og um tað eydnast Landsverki at halda vegin opnan, serliga til Mjørkadals, bæði sunnanifrá og norðanifrá á Kyndilsmessu. Tá tær eru bestar, er tað sum frásagnir av hermótinum í Sýria. - Lukkast at grava eitt ella tvey spor til Vestmanna, og hvussu við bilinum, sum yvirhálaði, og nú stendur fastur, og hvussu við teimum báðum monnunum, sum valdu at sova í bilinum á Sandavágshálsi?


Vegurin og bilarnir, sum har koyra, eru meginnervalagið á landjørðini. Tað er bara SEV og internetið í luftini, ið kann máta seg við farvegin á jørðini, tá umræður eitt nútímans sofistikerað meginnervalag, sum í einum høggi kann leggja alt landið lamið. Og hyggur tú útum, sær tað út, sum um tú ert umborð á einum yvirísaðum trolara í Grønlandi.


Kanska er tað tí, at eitt nýtt atlas kom úr Grønlandi á Kyndilsmessu, eisini kallaður Groundhog Day. Kalaallit Nunaat nunarsuarlu, Grønland og verðin. Hetta er annað heimsatlas eg havi sæð úr Grønlandi. Fyrsta útgávan kom í 8000 eintøkum í 2003 og hetta spildurnýggja dagførda atlas er prentað í 5000 eintøkum, sum komu beint eftir ársskiftið. Hvussu vindarnir so blæsa, gleðir tað meg, at marknaðurin ikki er farin undan kortabókini ella nakrari aðrari lesibók. Tvørturímóti er greitt, at skúlabókaforløgini støðugt skapa enn betri karmar og amboð kring allar útgávur. Enhancing the book, sum tey siga. At ríka og víðka um verandi bøkur og aldri at gera bókina óneyðuga. Livst, so spyrst.


Men í dag er best at sita innandura og njóta svart-hvíta útsýnið, til farandi er heim. Natúrligi grafikkurin er í hvussu er góður.