10.2.15

Norðlýsið 70 ár


- Norðlýsið er smíðað her á Skipasmiðjuni fyri 70 árum síðani, sigur Birgir Enni úr landgongdini, nú skonnartin er á beding. - Tá var einki samband úr Føroyum og inn á evropeiska meginlandið, so Norðlýsið er smíðað úr eik, sum kom úr Kanada, sigur hann og peikar yvir á Uvak hjá vinnulívsmanninum, politikaranum og bankamanninum, sum upprunaliga var skómakari, Christian Holm Jacobsen. Tað var hann, sum bygdi skipið, sigur Birgir og hyggur upp á luftina. - Gott at sleppa til Florida í hesum veðrinum!


Heimasíðan hjá Træseglskipum sigur, at skrokkurin er lagdur eik á eik við salt í millum, fyri at sleppa undan fukttrupulleikum. Upprunaliga varð Norðlýsið brúkt til fiskiskap á Føroyaleiðini og undir Íslandi. Frá 1985-89 tók núverandi skiparin, Birgir Enni, stig til at umbyggja Norðlýsið til tað skip, sum tað er í dag.  Skipið er 62 føtur langt, 17 føtur breitt og vigar 44 brutto-tons.


Á bedingini hjá Mest standa í dag alibátar, sum verða reinsaðir undur vatnganginum. Eitt spennandi fotoumhvørvi við pólskum arbeiðsmonnum í eini púra fremanndari verð mitt í Havn.