19.2.15

Til lukku, Sólrún!


Í morgun varð kunngjørt, at Sólrún Michelsen er í uppskoti at fáa størstu rithøvundavirðisløn á okkara leiðum. Tað er Bókmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum. Omanfyri havi eg avmynda Sólrún á einum kveikingardegin fyri skúlanæmingar í Norðurlandahúsinum í fjør. Og nú vit tosa um kveiking, so má eg nevna, at einaferðina vóru vit bæði og fleiri onnur við á skriviskeiði hjá Oddfríði Marna Rasmussen á Háskúlanum. Tað er størsta skrivikveiking eg havi upplivað. Haldi, at Sólrún hevði líka stóra ávirkan sum lærarin. Well, úr øllum teim norðurlendsku bókmentanarligu uppskotunum velur ein dómsnevnd vinnaran, ið verður kunngjørdur í Reykjavík á norðurlandafundi  27. oktober í ár. Umframt at blíva sjónlig á norðurlendska og kann henda altjóða bókamarknaðinum, fylgja eisini 350.000 krónur við Bókmentavirðislønini. Niðanfyri havi eg avmyndað Sólrún saman við dóttrini, Elin, á bókamessu í Frankfurt.


Fyri jól í árinum 2000 segði Sólrún við Vikuskiftissosialin, at spírin at skriva verður lagdur í barnaárunum. Ein hugvekjandi samrøða í einum flottum mentanarblaði, sum Sosialurin longu tá var, og enn hevur stórt rós uppiborið fyri at halda gangandi, eins og Dimmalætting, ið eisini gevur mentanini pláss hvørja viku. Tá varð henda myndin av Sólrún brúkt í Sosialinum.


Sagt verður um aktuellu bókina hjá Sólrún, Hinumegin Mars, at frásøgupersónurin er fyrst í sekstiárunum og ásannar, at nú er av álvara styttri parturin av lívinum eftir. Hetta er søgan um mammuna, sum er á veg út úr lívinum og samstundis søgubrot um, hvussu tilveran hevur lagað seg fyri hana og dóttir hennara. Hinumegin er Mars er eitt poetiskt portrett av tí at eldast og leggur herðslu á, at tað ræður um at støðga á og njóta hvørja løtu. Tí verður bókin skotin upp til hesa virðisløn. Her havi eg avmyndað Sólrún á bókadagstiltaki í Steinprenti ein regndag fyrrárið.


Í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna, skrivaði Sólrún tekst til eina 100 ára kantatu á ólavsøku hjá Sunnleivi Rasmussen. Carl Jóhan Jensen og Oddfríður Marni Rasmussen skrivaðu eisini til kantantuna við 100 røddum og 160 luttakarum frá rokkgittara til kingosang. Her havi eg avmyndað Sólrún og Carl Jóhan á Tinghúsvøllinum til venjingar við kórinum innan ólavsøkan varð sett hetta árið. Undir myndini seti eg tekstirnar hjá teimum trimum inn.



Kantatusálmur

sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg

fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt

einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá

tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er

Sólrún Michelsen

Føroya Kvæði

Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Sríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-

So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Carl Jóhan Jensen

Ásjónd

Tú rak á ramari aldu
sogin úr søltum streymi
ið trúliga tevið aldi
sansir í blámudeymi.

Tú øsp á ævigu aldu
landið hevur tær vunnið
æru úr kenslunnar tárum
lagnu úr søgum spunnið.

Tú ert vón úr vætu sprottin
ein kykna í eygað negld
fødd av havsins drátti
í húðina niður feld.

Tú ert grønka úr orðsins grund
gitin úr vitsins døkka
ein glotti í hvørjari stund
- saman vit okkum førka.

Oddfríður Marni Rasmussen

Skýggini bera ynski

Skýggini bera ynski
duld millum blómutár
upp úr djúpum lysti
rás rist í gleðissár.

Beinagrind litar mánan
gráa mannaeyga
og nátt fer at lána
lív títt inn í deyðan.

Minni renna út á sjógv
ald úr hjartastyrki
leita upp legurógv
har skýggj bera ynski.

Oddfríður Marni Rasmussen

Reystur var andin

Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.

Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.

Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.

Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.

Oddfríður Marni Rasmussen