12.3.15

9 spurningar til mentanarbrúkaran í Dimmu


2'arin hjá Kinnu í Dimmu hetta vikuskiftið hevur spurt henda bloggaran níggju brúkaraspurningar av mentanarliga slagnum:

Mentanarbrúkarin hesa ferð er Birgir Kruse, sum er formaður í Geytanevndini og saman við Havnar Bio stendur fyri filmsýningunum, ið ganga undir navninum Filmsfelagið. 18. mars fara tey at sýna Oscarvirðislønta filmin “Whiplash”, ið er um ein ungan bigband trummuslára við einum ógvuliga hørðum lærara.

1. Greið frá tínum listaáhuga, nær byrjaði hann?
Eg hevði sum vaksin ein so frálíkan lærara á linjuholdinum í evning á Læraraskúlanum 1981-85, sum æt Børge Petersen. Við ymsum teoretikarum minti hann okkum á, at øll dugdu at tekna, men flestu góvust. Avbjóðingin var aldri at gevast. Hann fekk meg at minnast á Hans David Jacobsen, lærara á Venjingarskúlanum, sum í sjeynda flokki lærdi okkum forvitni við at fjala lutir undir einum dúki. So sótu vit og teknaðu og gittu við skerptum appetitti uppá lívið, pappírið og blýantin. Benny Drewsen og Ingálvur av Reyni vóru heldur ikki uttan týdning í Frítíðararbeiðnum í Ebenezer árini undan. Næsta lop er at halda seg skrivandi. Tað byrjaði helst av álvara við einum skriviskeiði hjá Oddfríði Rasmussen á Háskúlanum, sum fekk meg at minnast á íslendsku barnabløðini hjá Nannu Skála, har systursonurin Jógvan og eg lógu undir kolbogaljósunum og lósu og skrivaði søgur. Eini fimmti ár seinni fór eg at blogga. Umframt at halda seg teknandi er eisini umráðandi at halda seg skrivandi. Og so er tað biografurin. Kanska byrjaði tað við at pápi mín filmaði úti í verðini og so vístu vit smalfilm í gongini. Helst hongur tað alt saman og kemur aftur, sum at kasta breyð á vatnið, sum Prædikarin sigur. Hetta síðsta havi eg frá sunnudasskúlalærarunum, sum eg lurtaði væl eftir, serliga Símun Jóhan Wolles í Mizpa á Eiði, tí teir hava stóran poetiskan týdning, sum eg síggi aftur hjá yrkjarum sum Henrik Nordbrandt, Jóanesi Nielsen og David Olney, og filmsleikstjórum sum Lars von Trier, Andrej Tarkovskij og Andrej Zvjagintsev. Og so má eg nevna grannan Heðin M. Klein. Hann hevur ført meg inn í yrkjaraunivers hjá flestu stílskapandi norðurlendskum yrkjarum, og teir eru ikki fáir.

2. Hvønn leiklut metir tú, list og mentan hava í samfelagnum?
List og mentan hava hvørki stóran ella sterkan leiklut, tá vit hyggja eftir almennu Føroyum. Vit hava til dømis ein politiskan nevndarformann á ting, sum á sjávinistiskan hátt ger gjøldur burturúr allari list og mentan, og tað fær ongar avleiðingar fyri hann. Hann ger tað ørkymlandi og hugstoytt at verða føroyingur við áhuga fyri list og mentan sum samfelagsbyggjandi tættir. Men síggja vit burtur frá almennu Føroyum, so íður í lívi á sjálvstýrda mentapallinum.

3. Ert tú inspireraður av nøkrum ávísum listafólki?
Listin, sum eg njóti, er alt ov breið at verða knýtt at ávísum fólkum. Men ein afturvendandi inspiratiónskelda er rokklyrikkur, sum aftur byggir á aðrar keldur, so sum Shakespeare, sonettir og bíbliutekstir. Í nøkur ár havi eg verið inspireraður av David Olney, sum er yrkjari og sangari, sum velur sær kendar persónar ella fyribrigdi, og býtur um leiklutirnar, so vit fáa eina kenda søgu úr einum øðrum sjónarhorni, til dømis kalda ísfjallið, sum í Norðuratlantiska náttarmyrkrinum lokkar Titanic í sín favn, ella minst virda dýr av øllum, asnin, sum sigur seg einaferð hava riðið inn í Jerúsalem við einum kongi á bakinum. Listarliga dekonstruktión haldi eg altíð verða spennandi.

4. Greið frá um listaverk, framsýningar osfr, sum ávikavist hava hugtikið teg ella veitt tær vónbrot.
Havi onkuntíð hoyrt fótbóltsfjepparar siga, at einki lið er betri enn seinasti dysturin. Helst er tað so. Nýggjar upplivingar, góðar ella vánaligar, liggja ovast. Í somáta er framsýningin við málningum hjá Thomas Arge í Listaskálanum tað besta, eg minnist meg hava sæð síðani Jackson Pollock í New York fyri mongum áru síðani. Ein onnur framsýning, sum eg av tilvild rendi meg í í Stockholm síðst í sjeytiárunum, “Persona non grata”, stendur eisini klár í minninum enn. Annars er tað tað einfalda, at síggja skrivimaskinuna hjá Stig Dagerman og at síggja Salvation Mountain hjá Leonard Knight og taka í hondina á honum, tað er nakað hugtakandi við handans handverki, hóast báðir eru deyðir.

5. Er nøkur bók, tú lesur í løtuni ella sum tú ætlar tær í holtur við?
Síðani í heyst hevur Heðin M. Klein skrivað eitt floymandi tyssi av yrkingum, sum hann leggur á Facebook í støðugt nýggjum pørtum undir heitinum “Tað orðið”. Tað lesi eg trúliga. Ætli mær altíð at lesa eina rúgvu av yrkingasøvnum og handbókum um ferðing og film. Sumt eydnast at lesa, sumt ikki. Tjúkkar tíðarkrevjandi bøkur havi eg hvørki stundir ella bindindi til at lesa beint nú, og so slettis ikki bøkur, sum eru í røðum og verða gjørdar til film. Tær eru tíðartjóvar sum í “Momo”. Á náttborðinum havi eg “Tórshavnar býaratlas”, ikki bara fyri at lesa um hús í Havn, men tí at bókin er so stór, at hon er tað perfekta undirlagið til telduna, sum eg altíð havi við songarstokkin, so eg kann síggja, hvat The Guardian og Rolling Stone siga um nýggjar plátur og filmar beint nú.

6. Er nakar sjónleikur, sum hevur sagt tær nakað serligt?
Ja, tveir sjónleikir frá mitt í sjeytiárunum hugtóku meg almikið, serliga fyri pallseting. Teir vóru “Woyzeck” og “Hvønn stakkin skal eg fari í, pápi”. Eftir aldarskiftið vóru aftur tveir leikir sum hugtóku meg, hesu ferð fyri intensitet í spæli. Teir vóru “Eitir nakað land Week-End?” og “Breaking the Waves”. Á teaturfestivali í Tammerfors sá eg einaferð “Hamlet” í eini litavskari uppseting, sum við eldi og ísi er tað stórbærasta, eg higartil havi sæð á palli.

7. Er nakar filmur, sum hevur gjørt tær mun?
Fyrsti filmur, eg minnist uppá handan matan er “In the Heat of the Night” (Norman Jewison 1967, plakatin ovast og niðast), sum eg sá í Havnar Bio, tá hann var rættuliga nýggjur. Minnist, at eg bannaði og knýtti nevan í buksulummanum, tá eg í myrkrinum fór um hornið hjá Heina Kjøt. - Heimsins órættur skuldi stegast og filmur var miðilin!

8. Hvussu heldur tú Føroyar eru fyri sum heild mentanarliga/listarliga?
Privatu Føroyar eru væl fyri, tá um list og mentan ræður. Men tað kann ikki sigast um almennu Føroyar. Tær eru illa fyri. Mentanargrunnurin er alt ov lítil, helst tí at eingin politikari er, sum tekur mentanina og enn minni listina í álvara. Mentanin og listin eru enn ikki maktpolitisk amboð hjá føroyskum politikarum, men bara ein veikur viðfáningur at hugna sær við á útoyggj. Men glottar eru, eitt nú á filmsøkinum!

9. Er listastuðul eftir tínum tykki neyðugur í okkara samfelagi? 
Ja, almennur listastuðul er serliga neyðugur í okkara samfelag, men tað krevur samstundis politikarar, ið taka listina í álvara. Eisini er serstakliga ynskiligt at privat og pengasterk virki fara undir ein skipaðan listastuðul, til dømis sum ein privatan mentanargrunn, ið er tíggju ferðir størri og sjónligari enn hin almenni. Tað hevði verið afturbering fyri fólksins ogn, sum hevði munað!