Skip to main content

Byggilist og myndlist í Felagnum


Ja, Felagið, eitir tað. Hvørki meir ella minni enn bara Felagið. Formaður er Amariel Norðoy og skrivari er Eyðun Waagstein. Limirnir eru fjúrtan, tað sigur Kvæði felagsmanna, har hvør fekk sítt ørindi. Nýggjastu eru Terje og eg. Myndina omanfyri tók Eyðun í Listaskálanum, har vit møttust leygardagin klokkan trý.


Arkitekturin, J.P. Gregoriussen, Palle, var boðin at greiða frá um Thomas Arge (1942-1978), sum hann kendi væl, og so um Listaskálan og byggilist runt um í landinum. Tommy, kallaðu tey listamannin. Palle reisti spurningin, um ikki Tommy mundi brenna alla menniskjansliga og listarliga orku við so stórari ferð, at árini kundi ikki blíva fleiri enn 35. Longu tá var alt krútið brúkt og hann orkaði ikki meir. Framsýningin við 47 málningum undir heitinum Evnið í litinum - Farvens stof er opin í Listaskálanum fram til 6. apríl.


Amariel kendi lærararnar hjá Tommy, og greiddi frá um teirra undirvísing og um flatar og komposisjón í málningum hjá Tommy frá mitt í trýssunum.


Amariel greiddi frá um onkrar av mátunum hjá Tommy at mála. Eins og amerikanski Jackson Pollock (1912-1956) fylti Tommy máling í blikk, sum hann holaði, og so stroyddi á løriftið eftir eini strangari skipan.


So fóru vit út til formannin, har Axel Lützhøft hevði borðreitt við stoktum lambstjógvi. Her havi eg avmyndað meistarakokkin á Sjómannadegnum í Klaksvík í fjør, tá hann grillaði tann leskiligasta tunfisk.


Úti i Lambagerði er ferð á í listahjallaranum hjá Amariel. Her stendur skutarin, stereoanleggið, bluesgittarin, bøkurnar og so allir málningarnir í gerð.


Amariel er produktivur og arbeiðir í løtuni við málningum til framsýning í Klaksvík, har sólarmyrkingin eisini hevur rakt Norðan.


So fara vit borðs í erva, har Føroya besta og mest representativa málningaframsýning hongur á stovuvegginum. Afturvið felagssangi vóru røður hildnar millum rættirnar. Petur sýndi fram eina loftmynd av Havnini í 1958, og læs ein sólarmyrkingarheilsan frá Williami, ið var burturstaddur. Ein annar William, hann við eftirnavninum Heinesen, var evnið í næsta lesturi, sum var brævaskifti við hjúnini Mikines, tá Listaskálin læt upp í 1970. Terje læs síðani úr Brún og Brá (1979), har Frida Zachariassen (1912-1992) sigur frá, hvussu hon upplivdi fremmanda býin í løgum og hæddum, tá hon ellivu ára gomul fyrstu ferð kom til Havnar.


Eyðun Johannessen læs úr endurminningum um Sjónleikarhúsið og loyniliga lívið undir gólvbrettunum, tá bretar vóru har undir krígnum. Tað var ikki óinteressant fyri ein forvitnan smádrong í Havn, heldur ikki, tá ein genta, sum æt Nancy, var við. Endurminningarnar verða við í minnisriti hjá Havnar Sjónleikarfelag, ið kemur út næsta ár, tá felagið fyllir hálvfems. Og so lata vit myndatólið hvíla, tí nú bleiv annað og álvarsligari at tosa um - í Felag. Takk fyri hesa ferð!