12.3.15

Góða grækarismessu!


Klipp úr plakat hjá Filmsfelagnum, sum Ole Wich gjørdi í 1987, tá norðurlendskir filmsdagar vóru í Norðurlandahúsinum. Tjóðfuglurin liggur tungur á viðbreknu føroysku filmseggunum, sum eru úr celluloid. Niðast er svarta hellan, sum skuldi prentast fleiri ferðir fyri at fáa rætta djúpa litin. Upprunaliga plakatin var long sum eitt filmsklipp. Prentað varð hjá Einars Prenti í Vørðsluni ovast í Krókabrekkuni, har Kvøldskulin er nú, og Sjónvarpið einaferð helt til. Minnist enn deymin av prenti og lakki, men ikki minst, hvussu tað var, at halda celluloid millum fingrarnar. Í prentaðu filmskránni skrivaði Katrin Ottarsdóttir (f. 1957) um at vera auteur. Niðanfyri heldur hon seinasta klippið av fyrsta føroyska filminum, Atlantic Rhapsody, fram fyri mær við køksborðið í Hedehusene. Klippið er ímyndin av, at filmurin er føroyskur, tí øll útlendsk fígging er klipt burtur. Ein samrøða við Katrina, sum eg hitti í farnu viku, kemur í blaðið hjá Atlantsflogi seinni í ári.


Á filmsdøgunum í Norðurlandahúsinum í mars í 1987 vórðu nýggjastu filmar úr øllum Norðurlondum sýndir. Katrin sýndi Regin Útiseti á U-matic um Regin Dahl í Haderslev, og so var ein forniskur avstingari til svenska dokumentaristin Arne Sucksdorff (1917-2001). Millum nýggju filmarnar var danski barnafilmurin, Valhalla, ið Fannir góvu út sum teknirøð, og sum Peter Madsen legði fram fyri fulsettari høll. Her er Peter avmyndaður saman við Rannvá Mortensen á skeiði um teknirøðir í september í fjør. Ole Wich avmyndaði. Góða grækarismessu!