Skip to main content

Hans Mortensen fær Móðurmálsvirðislønina 2015


Hans Mortensen, sum stovnaði Sølumiðstøðina á Trapputrøðni, í dag kent sum SMS, fekk í kvøld Móðurmálsvirðislønina 2015. Tað var mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, ið handaði virðislønina í Nýggjustovu, barnaheimi V. U. Hammershaimbs.

Grundgevingin varð soljóðandi:

"Við sínum greiða málpolitikki í lýsingum og øðrum handilsligum tekstum hevur Hans Mortensen slóðað fyri einum framúr góðum máli í nútímans føroyska handilsyrkinum. Eitt livandi lætt mál, sum hevur sett síni spor víða um í samfelagnum.

Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Orðingar í lýsingatekstum og handilsheitum hava verið soleiðis, at hugburðurin tykist hava verið, at her eru tað vit øll, sum bæði keypa og selja. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina.

Nevnast  kunnu eitt nú heitini á nøkrum handlum, sum virka ella hava virkað undir sama taki á Trapputrøðni:

Bakarin Bindibúðin Bókaløðan Bókasølan Daddan Dáin Elding Feðgar Fípan Flykran Fotobúðin Fríðkan Gellan Gongin blómur Griffilin Heilsa Hornið Í Skotinum Ítróttur  Klávus Klivin Klokkan Látrið Leikan Litbrá Miklagarður Perlan Rit & Rák Rumbul Skálkur Skósmiðjan Slaktarin & Krásadeildin Stakksmiðjan og 3-arin.


Fyri henda ósjálvsøkna, men miðvísa málpolitikkin, vilja vit í dag heiðra Hans Mortensen við Móðurmálsvirðislønini 2015."

Hetta var seinasta tiltak á móðurmálsdegnum, sum byrjaði við framløgum og fyrilestrum á Landsbókasavninum í morgun og helt fram í Norðurlandahúsinum seinrapartin.

Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammershaimbs.

Tey, sum skipaðu fyri móðurmálsdegnum í ár vóru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið.


Eftir at Hans Mortensen hevði takka fyri Móðurmálsvirðislønina 2015, helt Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, eina fyndiga røða. Høgni fekk somu virðisløn í 2012 og eina ferð bæð Hans Høgna skriva eina oddagrein í SMS blaðið. Tá bar Høgni seg undan og vónaði, at hann nú fekk hetta høvið aftur.


Tað er Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, sum eigur Nýggjustovu og húsarøðina her í Gongini, sum hann sjálvur hevur umvælt og gjørt nýtilig til altjóða matstovu og móttøkuhús. Tað er Eirikur, ið er fremsti stigtakari til móðurmálsdagin og tey tiltøk, sum hava verið henda dag.