17.3.15

Hegri á náttklubba


Her er ein hegri á náttklubba. Hann er so spelkin, at hann stendur á høvdinum. Aftanfyri síggjast eksotisku náttlampurnar. Nei, tvætla ikki. Hetta er ikki ímyndin av, hvussu vit skulu møta framtíðar ferðafólki. Hetta er ein av mongu fuglunum, sum Edward Fuglø hevur sett á eina klótu, sum hongur undir loftinum í SMS, meðan hugnaligu kafélampurnar í Baresso glampa aftanfyri. Navnið á instalasjónini er SunMoonShadow, stytt SMS. Edward hevur savnað fuglar úr fimtan føroyskum skúlum, sum nú síggjast á torginum í SMS fram til 26. mars. Hetta er besta høvið nakrantíð at síggja so nógvar ymsar fuglar á einum stað. Klikk á myndirnar og tær verða størri.

Ein ytri orsøk til hesa risastóru installasjón er, at geva teim mongu ferðafólkum, sum koma til landið í hesum døgum at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin, eina uppliving, har føroyska fuglamangið kennist og hoyrist.


Umframt fuglar og fuglalát úr bjørgum og haga, hevur Edward sett sjónvarpsskermar upp á træsúlurnar, sum uttan íhald vísa gamlan og nýggjan film, frá mánferðini hjá Méliès í 1902 til nýggjari avantgardklipp við Björk, og so Fuglakvæði. Fremst fyri er eitt av kendu lomvigaeggunum brostið fyri nev, og niður úr egginum kemur ein kvinnukroppur. Aftanfyri er ein ullintur skapningur, longst burtur til høgru er ein jarðarklóta við føroyskum merki, so ein mynstrutur ringur við dansarum í fríum lofti um eitt brúnt noða, sum er ein disko-planet, og longst til vinstru hómast kroppar, menn og kvinnur, í siðbundnum tjóðbúnað.


Nú er bara at vóna, at tað verður klárt á luftini og ikki samdrigið sum niðanfyri, tá sólarmyrkingin verður fríggjamorgunin. Vánirnar eru ikki góðar. Í dag var so grátt, at Kirkjubøreyn so dánt kundi hómast í tí fjara aftanfyri bæði føroyska Merkið á Tinganesi og vanuatiska flaggið á hekkuni á skonnartini Rembrandt van Rijn við Bursatanga.


So spurningurin verður, um hesir gourmetfiskar í Sandskoti enn fara at hanga í skugga og ræsa við Áarstovu heima í Havn, tá fríggjadagurin rennur úr kavi og mánin fer fyri sólina og einki verður sum fyrr. Sæst í sól, so livst í mána.