Skip to main content

Samgongumentanevndarformaðurin


Alt hetta valskeið hava fólk, feløg og stovnar arbeitt við avbjóðingum og prinsippum fyri mentan og list í Føroyum og útheimi við. Myndin omanfyri er av tinghúsvøllinum, tá pedagogar settu túsund pappírshjørtu í bøin fyri trimum árum síðani.

Hóast landstýrismaðurin við mentamálum hvønn dag hevur gjørt sítt ítasta, hann er mentur, hetta valskeið, hevur ein av samgongufeløgum hansara ikki rætt hond frá síðu, men bara mótarbeitt øllum teimum, sum fáast við mentan og list á Føroya landi. Onkur kann halda, at tað er ikki nakað nýtt, at einstakir Rindalistar stinga seg upp eina løtu ella tvær á tingi. Tað hava vit sæð fyrr. Men aldri á ævini hava vit sæð og upplivað ein politiskt valdan formann, sum fyri fulla løn eitt heilt valskeið á tamb aldri hevur sagt eitt positivt orð um mentan og list, men bara mótarbeitt øllum føroyskum mentanarstrevi hjá høgum og lágum.

Tað nýggjasta, ið politiskt valdi formaðurin fyri føroyskari mentan á tingi hevur funnið uppá, er at endurgeva eitt innanhýsis bræv, sum hann sigur seg hava fingið frá einum deildarleiðara í einum mentanarstovni, sum hann sjálvur er valdur til og fær løn fyri at hjúkla um.

Men nei. Politiskt valdi og fulllønti mentanararbeiðarin á tingi velur eina aðra mentanarleið, ið fer longur enn Rindal. Eftir at hava kunngjørt innanhýsis brævið, setir hann spurnartekin við fólkaræðisligu prinsippini í landsins fremsta mentanarstovni, og biður almenningin um hjálp, at svara einum rættuliga prinsipiellum spurningi í føroyska rættarsamfelagnum í tí harrans valári 2015:

Hvar hevur fólkaræðiliga virðingin í KvF verið fyri lógliga valda meirilutanum á tingi, lógliga valda landsstýrinum og fólkaræðiligu mannagongdunum farnu trý árini?

Nú politiskt valdi mentanevndarformaðurin á tingi á henda hátt hevur givið bóltin upp og spyr fólkið, ikki sum Pilatus á sinni, tí hann finnur bara varpaðar illgerðir hjá hesum stovni, so havi eg hug at svara á sama spyrjandi hátt:

Hvar hevur mentanarliga og listaliga virðingin hjá samgongumentanevdarformanninum á tingi verið hesi farnu trý árini og meir afturat, og nær hevur sami evsti politiski mentanarmyndugleiki, ið er valdur at tæna fólkinum, sagt eitt, ja bara eitt, positivt, stimbrandi og eggjandi orð um føroyska mentan og list?

Nei, itjjesannheit? Tað er nokkso ringt at finna. Men kanska fjalir samgongumentanevndarformaðurin gull, sum einusinni fer at vella fram úr sortanum í Varpisdíkinum og tá fer at kasta ljós og náði yvir Føroya land í allar ævir. Livst, so spyrst.