Skip to main content

Slitsterkasti plátuhúsin


Summir plátuhúsar tola at verða endurnýttir. Enn er í hvussu er eingin, ið hevur skýrt tað plagiat, at brúka somu stavir, litir og lay out, sum Elvis gjørdi á fyrsta LP húsanum í 1956. Hann sæst omanfyri. Heldur halda bransjufólk, at hetta er at skriva seg inn í eina revolterandi ungdómsmentan, sum rock and roll natúrliga var í 1956 og lutvíst er tað enn, útvið 60 ár seinni. Ella - er ungdómsstílurin, sum upprunaliga var undirgravandi, nú vorðin ein glitrandi ímynd, sum mótin hevur skrykt allar tenn úr, eins og tá ágangandi punkurin hjá Clash og teimum úr niðastu undirgrundini í Bretlandi gjørdist ein stovurein ímynd av forbrúkaramentan hjá Levi's og øðrum dýrum buksum, skóm og hálsprýði?


Um dagarnar varnaðist eg, at gamli svenski hip hop bólkurin Infinte Mass, sum var frammi meðan Náttarravnassendingin var ung í 1990'unum, enn hevur staying power á altjóða dansigólvinum, har teir enn sum áður sitera James Brown: "The one thing that can solve most of our problems is dancing". Fyrr vóru teir frammi við tvítýðugum rasistasangum sum Swartskalle, eins ertandi og Jeremy Clarkson, og nýggjasta útgávan hjá Infinite Mass er henda:


Meðan starvsfelagin Gundur og eg í 2007 bíðaðu eftir eini tekniskari loysn, at fáa undirvísingartilfar á netið, setti eg meg at dagføra ein gamlan kapitul um føroyskar fjølmiðlar úr bókini Samfelagsfrøði 1 (1996). Tað bleiv leingi at bíða og teksturin vaks til eina skúlabók, sum fekk sjálvsagda heitið Fjølmiðlar, ið kom út sama ár og í aftur í 2008.


Á bls. 40 stendur undir yvirskriftini Vit verða eins og hini, skrivað soleiðis: "Ein granskari setti sær fyri at kanna, hvat hendi við ungdómsmentanini í Finnmørkini norðast í Noregi, tá ið tey har norðuri fingu sjónvarp. Hon gjørdist var við, at fyrimyndir, virði og normar hjá ungdóminum broyttust so við og við soleiðis, at ungdómurin fekk hugsanarhátt, ynski og mál, ið líktust teimum, sum ung í størru býunum høvdu. Tey ungu á bygd høvdu ikki so stóran áhuga longur fyri teim størvum og tí arbeiði, sum tey høvdu verið von við. Heldur ynsktu tey starv og útbúgving­ inni í býunum. Hetta fór at geva teimum størri møguleikar í lívinum, hildu tey nú. Tá Prix Føroyar-kappingin varð hildin í 2003, gav Sosialurin út eitt Prix-blað. Í oddagrein varð skrivað, at fleiri ung enn nakrantíð vildu útbúgva seg innan mentan, t.e. tónleik, sjónleik og dans. Eisini vóru fleiri ung, ið vildu læra til kokk og koma í sjónvarp. Fiskivinnan var hin minst áhugaverda at velja sum lívsstarv." (úr Fjølmiðlar 2008)


Á plátuni Káta Hornið (2007) leitar Teitur til røturnar, men sansar eisini samtíðina í sanginum “Yngra Ættarliðið”, har hann sigur soleiðis um tey ungu í Føroyum: “Tey eta ikki seyðarhøvd / í gomlum bóndastovum / tey eru sum í øðrum londum”.

Ovast á breddanum sæst Elvis í 1956, síðani Clash í 1979, Sound System í 2015 og K.D. Lang í 2006 sæst niðanfyri. Elvismyndina tók William V. Robertson í Tampa í Florida á ólavsøku í 1955.