Skip to main content

Týskur filmfestivalur í Norðurlandahúsinum


Í døgunum 25.-28. mars er ókeypis og almennur týskur filmfestivalur í Norðurlandahúsinum. Samstarvspartar eru danska Goethe-Instituttið og týska sendistovan í Keypmannahavn. Mikudagin 25 mars kl 16:30 fara Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum og Marko Naoki Lins frá týsku sendistovuni í Keypmannahavn at bjóða vælkomin, og síðani fer Steen Bille, sum síðani 2010 hevur verið filmsráðgevi á Danska Filmstovninum, at siga frá um týskan film. Eg avmyndaði Steen Bille fyrrárið á filmstevnu í Lübeck saman við Benedikt Erlingsson, sum í fjør vann virðisløn Norðurlandaraðsins fyri besta filmin Hross i oss. Aftanfyri sæst Linde Frölich, sum er listaligur leiðari á filmsstevnuni.


Fyrireikararnir siga, at seinastu árini hevur ein spennandi menning verið innan týska filmsframleiðslu. Og tað er einki at taka seg aftur í. Umframt nýggjar, ungar og altjóða kendar leikstjórar sum Christian Petzold og Tom Tykwer, kunnu vit fara aftur í tíð og nevna úr rúgvuni: Werner Herzog, Fassbinder (1945-82), Wim Wenders, Margrethe von Trotta, Volker Schlöndorff, Leni Rifenstahl (1902-2003), Ernst Lubitsch (1892-1947), Fritz Lang (1890-1976) og Murnau (1888-1931). Ja, vit kunnu siga, at saman við svenskarum vóru tað týskir jødar, ið grundaðu Hollywood og filmsídnaðin, sum vit kenna hann í dag. Var tað ikki fyri Hitler og hansara jødahaturi, so hevði Hollywood ivaleyst verið í Evropa.


Mikudagin 25. mars kl 17:00 er høvið at síggja Barbara (Christian Petzold 2012, 105 min): Barbara er eitt drama, ið byggir á menniskjansligar og politiskar tvístøður. Nina Hoss spælir Barbara, sum er lækni í Eysturtýsklandi í 1980'unum. Sum revsing fyri politiskt ólýdni, tí hon vil flýggja vesturum, verður hon flutt til eitt sjúkrahús á bygd at arbeið. Saman við einum vini leggur alíkavæl ætlanir um at flýggja við Stasi í hølunum. Er vinurin forelskaður í henni, ella er hann Stasimaður?


Mikudagin 25. mars kl 19:00 verður sýndur Goethe! (Philipp Stölzl 2010, 102 min.): Goethe! Er týskt biografiskt drama frá 1772, í teimum virknu árunum hjá navnframa týska skaldinum, yrkjaranum og leikritahøvundinum Johann Wolfgang von Goethe, tá hann stríddist við sína røðu og upplivdi kærleikan fyrstu ferð.


Hósdagin 26 mars kl 17:00 er filmurin hjá Margarethe von Trotta um Hannah Arendt (2013, 114 min) á skránni. Fyrireikararnir siga í skránni, at leikstjórin arbeiðir saman við høvundinum Pamela Katz við at kanna ein týðandi part av lívinum hjá týska-jødiska politiska teoretikaranum og heimsspekinginum Hannah Arendt (Barbara Sukowa). Hon fann upp á máliskuna “óndskapsins tómleiki”, meðan hon fylgdi við sakarmálinum móti fyrrverandi nazistinum Adolf Eichmann fyri The New Yorker í 1961,


Hósdagin 26. mars kl 19:00 verður dokumentarfilmurin This ain´t California (Martin Persiel 2012, 100 min.) sýndur. Hetta er ungdómsfilmur, ein lívlig ikki-heilt-dokumentaristisk lýsing av roller skater-mentanini, sum blómaði í Eysturtýsklandi fyrst í 1980'unum, sett saman av Super 8 upptøkum og savnstilfari, harav nakrar upptøkur hava eina ótrúliga góðsku.


Fríggjadagin 27 mars  kl 17:00 sýnir  Norðurlandahúsið Westen (Christian Schwochow 2013, 102 min). Nelly Sneff býr í Eysturtýsklandi síðst í 1970'unum. Fyri trimum árum síðan doyði drongur hennara, Wassilij. Hon droymir um at flýggja vesturum og at rýma undan síni traumatisku fortíð. Men tá vesturlendsku fregnartænasturnar fara undir at kanna, hví Wassilij hvarv, hevur Nelly valið millum at finna sannleikan um hennara fyrrverandi drong, ella dreymin um eina betri framtíð.


Fríggjadagin 27. mars kl 19:00 verður stuttligi týski filmurin Almanya - Wilkommen in Deutchland (Yasemin Samdercli 2010, 101 min) sýndur. Hetta er ein familjufilmur, sum snýr seg um fleiri ættarlið av eini týsk-turkiskari ætt. Skemtið byrjar í mentanarligum misskiljingum og grundað verður yvir, hvat tjóðskaparligur samleiki er.


Leygardagin 28 mars kl 17:00 verður sýndur Die Unsichtbare (Christian Schwochrow 2011, 113 min): Ein ørkymlað drama-lesandi fær at vita frá sínum lærara, at hon er ósjónlig. Men so bjóðar ein leikstjóri henni ein krevjandi høvuðsleiklut. Danska Stine Fischer Christensen (Efter brylluppet) hevur høvuðsleiklutin og hevur vunnið fleiri heiðurslønir m.a. á Karlovy Vary International Film Festival.


Leygardagin 28. mars kl 19:00 endar týski filmfestivalurin í Norðurlandahúsinum við Halt auf freier Strecke (Andreas Dresen 2011, 110 min): Ein vitugur og gevandi filmur um deyðan. 40 ára gamli høvuðspersónurin Frank og konan fáa at vita frá læknanum, at Frank hevur fingið ein svull í heilan, og fer at doyggja um fáar mánaðir. Filmurin vísir, hvussu hjúnini, børnini, teirra foreldur og vinir, fyrihalda seg til fysisku og mentalu gongdina. Ein ferð, sum Frank skrásetir á telefonini.