18.3.15

- Veðrið verður í besta lagi sum í dag!


Danski veðurmaðurin Søren Jacobsen, sum einaferð búði og arbeiddi á 'vejrgudernes tumleplads' í Føroyum, sigur, at veðrið fríggjadagin at skoða sólarmyrkingina verður í besta føri sum tað er í morgun, mikudag, helst verri. Hesa vikuna ger hann í samstarvi við Kringvarpið tríggjar veðursendingar úr Føroyum, sum verða sendar á DR undir heitinum Vores Vejr. Afturat sólarmyrkingini fara sendingarnar eisini at nema við føroyska mentan.


Avstralska Kate Russo, sum býr í Belfast í Norðurírlandi, er komin higar við Atlantsflogi úr Edinburgh. Í fimtan ár hevur hon jagstra sólarmyrkingar og fríggjadagin verður tað hennara níggjunda uppliving av eini sólarmyrking. Hon hevur samskift við Nám um føroysk viðurskifti síðani í 2013, og rímiligvís nýtti eg høvi at handa henni eitt atlas frá Námi, tí hon ætlar sær so avgjørt at koma aftur higar.


Kate starvast á Queen’s University Belfast sum kliniskur sálarfrøðingur og leggur dent á at byggja brýr millum sálarfrøði og stjørnufrøði, og hevur givið út tvær bøkur um evnið og triðja bókin er ávegis. Men Kate er eisini ferðaleiðari hjá 130 fólkum, sum koma úr øllum heiminum at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin. BBC Stargazing Live er í fylgi við henni at dokumentera upplivingina.