20.3.15

Vit síggja í brotum


Útsýnið í morgun byrjaði við einum fremmandum ferðamannaskipi, sum stillisliga gleið framvið vindeyganum, niðan eftir fjørðinum og út millum Stong og Eystnes at skoða sólarmyrkingina eystanfyri, eitt sekund ella tvey longri enn vit á landi. Klokkan er eitt korter til átta.


Um hálvgum níggju tíðina er hetta at síggja í hvørjum húsi á Tórsbyrgi. Øll hava fingið sær trygdarbrillur og skoða sólarmyrkingina, sum nú er byrjað.


Koyri niðan eftir mammu, men má steðga á ringvegnum, tá eg siggi Nólsoynna í bakspeglinum. Hetta sekund er stórt. Klokkan er 8:33 og eingin bilur er á vegnum.


Miðbýurin er tómur, eingin bilur á Skálatrøð heldur. Men fram við vegnum yviri við Strond og á Skansanum er fult av fólki og vit møta fleiri, sum í felag ganga oman móti sjóvarmálanum. Best er at fara heim, tí nú myrknar og dregur fyri. Seti iPaddin á bakkan, so Jógvan kann fylgja við gongdini um Skype á Amager í Danmark.

Og so varð ljósari og fulla sólarmyrkingin er av. Ein sjáldsama undarlig løta, sum í Las Vegas, har ljósmeistarin fær okkum at halda ondini til tað síðsta, og so fellir tjaldið og letur upp, ikki fyri ljósi, men myrkuri, sum ikki er svart, men blýgráblátt í myrkastu stigum. Øll halda ondini á bønum, og so lýsur aftur.


"Vit síggja í brotum", segði Armgarð Arge klokkan ellivu í góðum morgunlesturi, tí besta eg minnist meg hava hoyrt í langa tíð. Ikki tí, teir eru oftast góðir, lestrarnir í Kringvarpinum. Men í morgun var serligt at hoyra morgunsálmin Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart tá sólarmyrkignin var av.

Hetta var so tað, og nú liggja bara brillurnar eftir á garðinum, meðan sólin skínur oman og niðan, og skolar upp á land við litum, sum um einki var hent. Púra einki, hvørki á sjógvi ella landi. Hetta var definitiónin av tí stóra í tí lítla. Størri verður tað ikki, tað lítla, sum vit til gerandis máta og telgja niður í sekund. Sekund, sum vit bara síggja i brotum.