19.3.15

Yr og Theyr boða frá sól


Soleiðis var filturleysa sýnið í morgun, hósdag, kl 9:40 frá køksvindeyganum, nú minni enn eitt samdøgur er til fullu sólarmyrkingina í morgin, so sum sæst á Snar niðanfyri.



Her fari eg at sita í morgin, inshalla, um Gud vil. Og hann veit, at bøurin er vátur og eitt forferdiliga ljótt skip rekst á fjørðinum.


Hóast okkara egni Hanus Kjølbro í Útvarpinum í morgun spáddi cloudy, with some rain fyri útlendsku gestunum, so siga bæði íslendska veðurtænastan Theyr og norska veðurtænastan Yr, at í morgin verður sól av klárum himmali, sólarljómi, tá mánin kemur fyri sólina og myrkingin verður. Tíðirnar eru norskar.

Fleiri handlar og fyritøkur hava á væleydnaðan hátt brúkt sólarmyrkingina sum gimmick í marknaðarføring. Her er óalmindiliga einfaldi, men samstundis rustikt effektivi handilsgluggin hjá Guðrun & Guðrun.

Her er eitt eins einfalt bringuprýði við sólarmyrkingini sum myndaevni. Tíðarleyst í skapi og tilfari, sum kanska fer at halda.


Her er ein ljós og løtt damuøl, sum Føroya Bjør hevur bryggjað til høvið. Og júst høvið, the gimmick, er munin betri enn sjálvt bryggið.


Og er einki at síggja á luftini, so ber altíð til at koyra ein stuttan biltúr til grannabygdirnar í kommununi og síggja tjóðfuglin dygst við vegjaðaran.