Skip to main content

Bumbuflogfarið í Thule í 1968


Mikukvøldið klokkan 20 sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin Idealisten (Christian Rosendahl 2015) í Havnar Bio. Peter Plaugborg, ið hevur høvuðsleiklutin sum journalisturin Poul Brink, verður mettur sum ein av fremstu leikarum í donskum filmi, fyrst og fremst í Submarino (Thomas Vinterberg 2010). Í nýggja danska filminum, sum er um hendingar í Thule í 1968, tá eitt amerikanskt B52 bumbuflogfar datt niður, er hann idealistiski og gravandi journalisturin, Poul Brink, sum andaðist bara 49 ára gamal í 2002. Í 1997 fekk hann Cavling-virðislønina fyri bókina Thule sagen - Løgnens Univers, sum kom út sama ár. Poul Brink sæst niðanfyri.


Her er samrøða frá 1998, har Kurt Strand tosar við Poul Brink (1953-2002) um hendingarnar í Grønlandi í 1968, eftir at Brink hevði fingið Cavling-virðislønina. John Kjærbo Eystan Á fer at introdusera filmin Idealisten í Havnar Bio. John, sum siglur í Grønlandi, hevur arbeitt á staðnum, har amerikanska B52 bumbuflogfarið datt niður, møtt fólkið, sum var har í 1968, og hevur skrivað í Dimmalætting um hendingina.



Undirvísingartilfar er gjørt til filmin, sum allir skúlar kunnu brúka. Lærarin og flokkurin, sum gjørdu tilfarið, síggjast niðanfyri, og tilfarið fæst við at klikkja á hesa slóð. Leikstjórin, Christina Rosendahl, greiðir soleiðis frá á Facebook, hvussu undirvísingartilfarið bleiv til: "Jeg kom i kontakt med Brian Saugberg her på Facebook, mens vi optog filmen Idealisten. Brian er gymnasielærer på Mariagerfjord Gymnasium, og han dkrev til mig og fortalte om et projekt han havde fundet på: Først havde han undervist sin gymnasie-klasse i Thulesagen og omstændighederne omkring flystyrtet i 1968. Dernæst havde han så trænet eleverne i selv at gå ud og undervise i stoffet til nogle 8. klasser. Jeg synes det er respektindgydende innovativt og engageret at få sådan en idé: At lære unge at undervise andre unge. Det er en idé, som får elever til at tage ejerskab. Til at gøre stoffet til deres eget, som de så skal give videre. Det skaber bevægelse. Fantastisk idé. Fantastisk lærer! Flere af dig, Brian i skolesystemet". Idéen er nu givet videre.


Bara henda eina idealistiska lending verður Føroyum. Hon verður í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20:00. Atgongumerki fáast á netinum her, ella við skivuna í biografinum. Væl møtt - og íbundin!