15.4.15

Camaro Camaro


- Er hetta ein italskur Maserati ella ein svenskur Volvo? Kundi verið bæði, men er hvørki. Tí hetta er ein væl pussaður átta liturs Camaro frá Chevrolet, sum Johnny Nón í Runavík hevur keypt úr Arkansas í USA fyri tveimum árum síðani. Bilurin stavar frá 1971, men so flottan bil vil eg treyðugt kalla eitt ellisakfar. Hetta er eitt tíðarleyst sniðfar, reytt sum drotningakjólin í kvøld, men á ein maskulinan hátt.


Camaro bilurin, omanfyri, er ein av seks, sum vóru valdir millum 80 tilmeldaðar í kappingini um Føroya feitasta bil í SMS hesa vikuna. Hann vann áskoðarakappingina og koyrdi inn á torgið í SMS við Born to be Wild hjá Steppenwolf afturvið. Bilurin var hin elsti av teim seks. Hin yngsti, ein hvítur Toyota Avensins T2, er frá í fjør.


Men her kemur dómarapanelið, Sofus Hansen, eisini kendur sum Halleluja-Sofus, Óli Mouritsen, eisini kendur sum Bil-Óli, og Magnus Gunnarsson, eisini kendur sum Maggi, ið hava atkvøtt fyri einum svørtum seksliturs Dodge Magnum frá 2008, nummar sjey av 123 svørtum frá fabrikkini. Jú, vit skriva okkum inn í altjóða bilasøguna.


Eigarin er tó hin sami, Johnny Nón úr Runavík, sum eigur báðar vinnandi bilarnar. Her hevur Sofus samrøðu við Johnny, meðan Gudmundur fotograferar fyri SMS aftanfyri.


Og heimafturkomin stendur nátturðin á borðinum. Jóhann Mortensen kemur framvið við einum sixpack frá Føroya Bjór av Sct Brigid India Pale Ale, sum júst er bryggjað og sett til sølu. Ein ordilig mannfólkaøl, sum í gamlari tíð skuldi halda sær við skipi úr Bretlandi og heilt til India. Passaliga beisk við nógvari og góðaru humlu. Eg skeinki í seinasta Crinoline krystallglasið, sum er eftir av teimum, ið eg keypti frá Eivindi í Gongini, tá hann gavst við handlinum í SMS fyri mongum árum síðani. Nú býr hann sjálvur í India. Manga takk fyri ein ordiligan mannfólkadag!