Skip to main content

Fúsi vinnur tríggjar altjóða virðislønir


Íslendski filmurin Fúsi (Dagur Kári Pétursson 2015) gjørdi seg av álvara galdandi á Tribeca filmstevnuni hjá Robert De Niro og teimum í New York í gjár, har hann varð sýndur undir navninum Virgin Mountain.


Íslendski filmurin, sum er um hin bulmikla Fúsa, vann tríggjar av týdningarmestu virðislønunum í kappingini World Narrative Competition í New York: besti spælifilmur, besta handrit og besti mannligi høvuðsleikari, sum er Gunnar Jónsson.



Millum stjørnurnar í Tribeca dómsnevndini í ár sótu Whoopi Goldberg og Dylan McDermott. Tey søgdu við altjóða filmspressuna, at íslendski filmurin um Fúsa vann teirra hjørtu í einum samspæli millum skemt og samkenslu. Á yvirflatuni er filmurin ein egin kærleikssøga, sum tó eisini nemur við evni sum happing, sálarsjúku og einsemi, og at enda ’sigur mannsandans og þýðingu ástarinnar’, sum íslendsku bløðini skriva í dag. Í Tribeca-skránni verður filmurin lýstur soleiðis:
Fúsi is a mammoth of a man who at 43-years-old is still living at home with his mother. Shy and awkward, he hasn’t quite learned how to socialize with others, leaving him as an untouchable inexperienced virgin. That is until his family pushes him to join a dance class, where he meets the equally innocent but playful Sjöfn.
Danski ummælarin Tobias Lynge Herler sigur á bloggi sínum Philm.dk, har útvið fýratúsund filmsummæli eru í løtuni, soleiðis um íslendska filmin:
Filmen er ualmindelig varm i sit portræt af isolationen som anderledes og overvægtig. Det smerter helt ind i hjertet, når Fúsi bliver voksenmobbet på arbejdet, eller afvist i døren af Sjöfn efter alt det arbejde, han har lagt i at gøre hende glad. 
Leikstjórin Dagur Kári (f.1973) hevur áður gjørt meistarligar filmar sum Nói albinói (2003) og The Good Heart (2009) við Paul Dano og Brian Cox. Filmurin um Fúsa varð fyrstu ferð sýndur eini altjóða áskoðarafjøld í Berlin í februar, tá festivalstjórin Dieter Kosslick sjálvur setti hann á skránna.