21.4.15

Isabella gjøgnum múrin


Í morgun komu boð á Facebook frá svensku Christinu Glaeser, sum umboðar svenskar rútmiskar tónleikarar, ið hon vil hava út í Norðurlond at syngja. Tað var acapellabólkurin The Real Group, sum var her á Listastevnu í Norðurlandahúsinum, ið skapti sambandið okkara millum. Christina fylgir væl við, serliga á svenska jazzøkinum, sum altíð hevur staðið sterkt og gjørt seg galdandi úti í heimi, millum annað við Monicu Zetterlund, sum nýliga varð lýst í filminum Monica Z (Per Fly 2013). Men í morgun galt tað 27 ára gomlu Isabella Lundgren, omanfyri, ið hevur Peter Asplund sum mentor. Christina umboðar tey bæði, og nú eru øll tekin í sól og mána um, at unga Isabella Lundgren er nýggja stjørnan í svenskum jazzi. Hesi sannleiksorð skrivar nordisturin Christina í meylinum morgun:
Isabella och även Peter Asplund vill ut och spela i hela Norden nu och jag känner att det är dags att öppna dörrarna igen så det blir korsdrag mellan länderna. På 70-talet var alla artister ute i hela Norden och nu känns det som om det var murar emellan länderna. Det måste vi ändra på.
Niðanfyri sæst Isabella Lundgren í finnlandssvenskum sjónvarpi, YLE Efter Nio, í gjár, har vertirnir Jens Berg og Frida Tikka, samanbera Isabellu ikki bara við Monicu Zetterlund, men eisini við Billie Holiday. Og so undrast tey morgunfegin um, at ein so ung sangarinna eftir so stuttari tíð er komin so langt:


Sovítt Isabella, sum eg vóni verður at hoyra á okkara leiðum eisini. Men hetta við at senda meyl og leggja slóðir millum fólk og lond, kom mær til hugs á ein heilt nýggjan hátt í morgun. Tá eg kom til arbeiðis hevði starvsfelagin Hendrik lagt mær bókina Det digitale liv (Being Digital) hjá Nicholas Negroponte á knappaborðið. Onkuntíð hava vit báðir tosað um júst Negroponte og netið sum ein fleirsporaðan motorveg, og um Sherry Turkle og netið sum uppvakstrarstað hjá dreingjum og gentum, tá internetið kom fram í 90'unum og setti skúlunum nýggj krøv. Aftast í bókini skrivar Henrik Palle henda áminnandi setning um at ansa sær, at ein sum brúkari, og kann henda lærari eisini, ikki endar burturoldaður á fornminnissavni:


Amerikanski fotografurin Bill Schwab, sum av og á er her við øðrum fotografum at avmynda skiftandi ljósið við føroysku strendurnar í uppgangi, sæt einaferð í Michigan og legði ætlanir fyri eini ferð til Tjørnuvíkar. Spurdi hann um Spotify. Jú, var svarið, eg eri á Spotify. - Okay, so sendi eg tær hetta. Ein teldupost millum Spotify-vinir, har innihaldið er klikkbart og soljóðandi:


Eftir ongari løtu ber til at senda ein aldargamlan sang runt jørðina og siga einum vini frá um nakað, hann ikki visti av minuttin undan. Sangur og tónleikur fær nýggja útbreiðslu, sum er ókeypis og bara krevur at undirstøðukervið er í lagi. Tað vóru dagsins boð í tykisheimi. Svenskur jazzur og tjørnuvíkskur Kingo gjøgnum múrin til alla verðina.