Skip to main content

Klaus Rifbjerg deyður, 83 ár


Klaus Rifbjerg, sum mær untist at avmynda mitt í Femersundi umborð á tokferjuni ávegis til filmstevnu í Lübeck í november 2012, er deyður, 83 ára gamal. Tað sigur Johannes Riis, sum er bókmentaligur stjóri á forlagnum Gyldendal. Hann avmyndaði eg á bókstevnu í Frankfurt árið fyri í práti við Jógvan Isaksen.


Klaus Rifbjerg man hava verið virknasti rithøvundur á okkara leiðum hesi farnu hálvthundrað árini. Hann byrjaði við yrkingasavninum Under vejr med mig selv í 1956, og so gekk tað slag í slag á øllum bókmentanaligum økjum og pallum, við tveimum og trimum verkum hvørt ár. Hann fekk De Gyldne Laurbær í 1967, Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 1970 og Herman Bangs Mindelegat í 1997.
Umborð á tokferjuni millum Rødby og Puttgarten, hevði Klaus Rifbjerg akkurát etið eina reyða danska pylsu við øllum, og skemtaði um smá gerandisviðurskifti, sum úti í heimi kunnu benda á eina tjóðskparkenslu, ein ikki visti var til. Hann var tá 80 ára gamal og hevði ongar trupulleikar at ferðast við toki og ferju til norðurtýska býin. Tað er annars krevjandi, tí trappurnar eru nógvar og brættar, tá tú skalt úr tokinum umborð á ferjuni og so aftur í tokið. Á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck hetta árið skuldi Klaus Rifbjerg umboða svenska filmin Dom över död man (Jan Troell 2012), ið varð sýndur undir enska heitinum The Last Sentence. Rifbjerg hevði skrivað handritið til film, har svenski Torgny Segerstedt (1876-1945) varð lýstur sum hin einasti sviin, ið tordi at siga Hitler og Nazitýsklandi ímóti, meðan týskurin hevði stór vinnulig áhugamál, serliga í jarni og málmi, har norðuri í Svøriki. Jesper Christensen hevði høvuðsleiklutin í filminum, sum Norðurlandahúsið vísti meðan filmurin enn var spildurnýggjur.