Skip to main content

…men størstur av teimum er Dylan


Hesi hóskvøldsorð eru skrivað afturvið Ring Them Bells av plátuni Oh Mercy frá 1989, einum sangi eg ikki hava lurtað nógv eftir. Og so Gates of Eden av 50 ára gomlu LP plátuni Bringing it all Back Home.

Orsøkin er, at eg havi verið í kirkju.

Har hoyrdi eg danska teologin og høvundan Jakob Brønnum (f.1959) siga frá um Bob Dylan, ið hann lýsti sum størsta yrkjara á lívi í dag, hvørki meir ella minni. Lýstur og lisin í bíbilskum ljósi undir heitinum Sangir við himinsins portur - Bob Dylan og Bíblian.

Og tað helt, teologiska útleggingin av tekstum Dylans og øvugt, at lesa Gudsorðið inn í Dylantekstin. Eisini tá vit komu til John Wesley Harding, JWH, og tulkingina Yaweh, og orðið wind í Blowin’ in the Wind, sum á hebraiskum eisini merkir andi, og um hvítu dúgvuna, sum skuldi flúgva yvir tey mongu høvini, sum hjá Nóa. Og um steinin sum mynd í Like A Rolling Stone, um seg sjálvan í Baby Blue, og at teir seinastu tríggir sangirnir á New Morning eru tríeindin í kristnitrúnni.


Fantastiskt at hoyra ein kveiktan persón siga frá um Bob Dylan sum yrkjara og einki annað, enn beint fram yrkjara og aftur yrkjara. Ikki sum eitt ótilpassað miðnámsfyribrigdi, ið yrkti okkurt hissini rútmiskt á grammofonplátu til samtíðar kultursosiologi, friðarrøslur, Vjetnam og Kubakreppu. Nei, ein yrkjari, sum umframt bókmentasøguna, kennir Skriftina, oysir úr henni, vendir og snarar stóra mentanarlykilinum í uriaslásinum á vesturlendsku profetakistuni, sum definerar okkara mentanarkodeks, eisini tá hann messar um Senor og Landlord, sum í báðum førum verða lagdir út sum bønir til Várharra.


Í kirkjukjallaranum smittar gleðin frá Brønnum. Og so lesur hann orðini í Wedding Song av Planet Waves:

I love you more than ever, more than time and more than love
I love you more than money and more than the stars above
Love you more than madness, more than waves upon the sea
Love you more than life itself, you mean that much to me

Frammanfyri meg situr eitt aldrandi par, og hon kveitir nýforelskað uppá mannin, meðan orðini fella av talvuni. Eitt heilt lív í Hoyvíkshaganum felt niður og tikið upp aftur úr einum Dylanørindi. Visions are now all that remain.


Við síni gleði at greiða frá, hugtók Jakob Brønnum allar áhoyrararnar í kirkjuni. Í gjárkvøldið galt tað tekstir hjá Bono úr U2, eitt økið sum Petur Pólson eisini er fermur í.

Brønnum hevur skrivað bókina Verden ifølge U2 (2012), og fyri ársskiftið kom bókin Sange ved himlens port - Bob Dylans bibelske inspirationskilder.

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið kl 20:00 hevur hann konsert við sangi, gittara og munnhørpu úr somu keldum, U2 og Bob Dylan, í Hoyvíkar kirkju.


Jakob Brønnum hevur áður vitjað í somu ørindum í Kvívikar kirkju. Hann tók teologiskt prógv í Aarhus í 1992, er giftur Rúnu í Baianstovu úr Havn, og síðan 2008 hava tey búð í svenska býnum Örebro. Hann hevur skrivað eina rúgvu av bókum, var fyrstu ferð at síggja sum yrkjari í Hvedekorn í 1983, og í 2012 gav hann út áttanda yrkingasavnið í egnum navni, Kirkegården ved havet, har Anker Mortensen úr Havn átti permumyndina, sum sæst niðanfyri. Síðani eru tvær yrkingar endurgivnar úr savninum og at enda lektørúttalilsi frá Dansk Biblioteks Central:


Sommernatten på Hotel Nord

Vi kiggede ud af vinduet

i den lyse sommernat

på Hotel Nord

og undrede os over stilheden

og blæsten


du sang nogle af de sange

du lærte som barn:

vindens sange, fuglenes sange

i luften, fjeldets stiers grønne sange


og mørket i mig faldt

langsomt på mens jeg rakte

efter dig og noget i mig

råbte ord, jeg ikke selv forstod


Coda: Hav og tåge

Hvert hjørne du kommer

omkring ser på dig

fra et lys der ligger

dybt bag havet og inde

i dig med en stemme

du knapt orker at lytte

til. Ansigterne er verdener

mellem nyt og gammelt.

Det er en by du kendte

du boede i den som barn

du kender den stadig og

den kender dig, men det er

som om den spørger dig,

om du ved hvad der

ændrer sig og hvad det er

der er det samme

(Jakob Brønnum: úr Kirkegården ved havet)