Skip to main content

Messa fyri einum filmi


RINGRÁS
skýggini vagga tær
ringja seg um teg
fast og inniliga
tú letur teg drukna í teimum
krógvar teg fyri tí flennandi myrkrinum
tí lokkandi ókenda
freistandi ótrygga

grammliga sleikja tey blóðið av kroppinum
hálsi og bringu
búki og kyni
øllum tí sum tú eisini ert
øllum sum ímyndar teg
síðani letur tú teg blaka
út í ævinleikans ódeyðiligu ringrás

tú vilt ikki líta aftur um bak
álíkavæl sært tú hvussu alt tað blúgva
og skelvandi hvíta
reina og skæra
hevur fingið ein farra av blóðugari njóting
sum ein nýliga brostin
moydómshinna

(Katrin Ottarsdóttir)

Yrkingin omanfyri varð kunngjørd á Facebook, tá Katrin Ottarsdóttir var millum tey, ið lósu upp í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 23. mars í ár. Hon er úr nýggja savninum Messa fyri einum filmi, ið eru yrkingar eftir Katrini Ottarsdóttir, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út í hesum døgum. Savnið er 77 blaðsíður og kostar 148 krónur.


Messa fyri einum filmi er annað yrkingasavnið hjá Katrini. Fyri fyrsta yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki (MS 2012), fekk Katrin virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2013. Nevndin segði tá í grundgevingini, at talan var um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarligu spor hjá tí viðbrekna barninum:

“Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.”


Myndin omanfyri er úr Mullers Pakkhúsi í Havn, tá Katrin fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2013, og hin ovara er úr havanum uppi undir Varða, tá savnið Eru koparrør í himmiríki var nýkomið síðst í november í 2012.


Nú næsta yrkingasavnið er á gøtuni, sigur útgevarin í tíðindaskrivi í dag, at "sjáldan áður, kanska aldrin, var eitt um somu tíð bæði so sterkt og so viðkvæmt savn komið út á føroyskum. Yrkingarnar vóru harðligar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll. Messa fyri einum filmi er avgjørt í ætt við fyrra savnið, men skaldið roynir her nýggjar leiðir og øðrvísi sýnsvinklar. Nú er eg'ið blivið mamma, og í einstøkum tekstum er hon ikki bara kroyst av minninum um mammuna, men eisini av egnum leikluti sum mamma. Ein negativur máttur er frammarlaga í teimum alraflestu yrkingum, og tað verður róð fram undir, at friður fæst ikki, fyrr enn tú liggur í kistuni. Miðskeiðis í savninum stendur tann drúgva yrkingin "Jesu Kristi kross amen", sum er sædd úr sjónarhorninum á mammuni, og tað er ikki lystiligt. Einastaðni í yrkingini er niðurstøðan "guð náði tey øll", og tað verður ikki sagt í góðari merking. Messa fyri einum filmi er eitt óvanliga sterkt yrkingasavn, ið nertir við kenslurnar á lesaranum, sum hevur hug at spyrja: Var tað, er tað, veruliga so ringt? Og tað beiska svarið er: Tað var tað, tað er tað!

Tær fýra nýggju myndirnar av Katrini tók eg heima í Heduhusene 4. mars í ár.