Skip to main content

Navnið spillir ongan


Sagt verður at navnið spillir ongan. tað eru bara vit, sum kunnu spilla navnið. Ja, og so eisini fremmandir forritarir, sum sita í skýmaskotum og finna uppá tænastur, sum vit ikki vistu vóru til. Til dømis at finna fram til, hvat navn títt merkir. Men skjótt kemur tú eftir, at tænastan er ikki so álítandi. Tú kanst skriva eitt fremmant navn og fáa akkurát sama úrslit, sum tá tú skrivaði títt egna navn. Ella navnið á Hitler. Og so sært tú allar hesar spurnarkanningarnar og videnskabeligu, fyri ikki at siga lidenskabeligu niðurstøðurnar um, hvat land tú hoyrir til, hvør grammofonpláta tú ert, hvør filmsleiklutur tú ert, hvør persónur úr Bíbliuni tú ert, ella hvør persónur hjá Dostojevski tú ert. Akkurát tú. Tað er at vóna, at verðin og heimsmyndin ikki fer í grús, tá tú uppdagar, at meginparturin av tílíkum forritaravirksemi á netinum er tað reina gass. Men stuttligt er tað við hesum talgildu dagdvøljum í vitanarsamfelagnum, treyðugt so!