Skip to main content

Skírhósdagur [skʊirɪs-]


Í dag er skírhósdagur, framborið [skʊirɪs-]. Hvørt ár verður kjakast á Facebook og aðrastaðni, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Eisini verður kjakast um, nær tað er rætt at ynskja øðrum góðar ella gleðiligar páskir. Ikki tí, øll hesi boð um skírisdag og heilsanir, eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggju kristnibókini, Kristni 5, sum Nám gav út í 2012, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum ikki bara allir skúlar, men allur heimurin, nú kann brúka púra ókeypis umvegis Sprotan, er einasta heiti fyri dagin í dag skírhósdagur við stutta framburðinum [skʊirɪs-] :


Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar í nýggju kristnibókunum hjá Námi hildið seg til hetta eina langa skrivaða heitið skírhósdagur við stutta framburinum [skʊirɪs-]. Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í dymbildagavikuni, pálmasunnudag, skírhósdag, langa fríggjadag og um grøv og uppreisn. Ingi Sørensen, kavari og kendur úr sjónvarpssendingunum Fólksins Rødd, hevur tikið permumyndina á kristnibókini til fimta flokk. Hon skal ímynda ymiskleikan hjá okkum øllum, tá vit eru í flokki, innan ella uttanfyri skúlagátt. Høvundur í hesum føri er Jón Magnus Joensen lærari og kirkjuorganistur. Hann hevur eisini skrivað aðrar kristnibøkur, sum nú eru endurnýggjaðar allan vegin frá fyrsta flokki og upp til níggjunda flokk. Gleðiligar páskir!