Skip to main content

Avbrendur á Bindifestivali


Í morgun stendur lýsing í Sosialinum, har ein avbrendur piparsveinur søkir eftir kvinnu til óbindandi náttarhugna. Hann er fjøruti pluss, slankur, garanterar tagnarskyldu, reinføri og hevur onga sjúku, og ynskir tað sama frá inn- ella útlendsku náttarkvinnuni, sum hann vil binda til sín í náttarhugna eftir Bindifestivalin, sum einki gav uppá stokkin. Ein stuttlig vittigheit á grafisku deildini. Kanska var hon til avlops, nú eingin stuðul fekst til privatu miðlarnar, sum mikudag koma í hvørt hús. Ella var hon til avlops, nú Føroyaportalurin gavst. Lýsingin, altso. Ikki piparsveinurin ella hon, hann leitar eftir við lýsingalykt á Sosialinum. Bara lýsingin í privata miðilinum. Til avlops. Annars hevur nýggjasta brúksublaðið Samvirke nákvæma vegleiðing fyri føroyskar piparsveinar um, hvussu teir fáa makrelin í dósina: