Skip to main content

Fyrsti sláttur


So er fyrsti sláttur á bønum í Tórsbyrgi. Sum tey mongu undanfarnu árini er tað Gutti, ið slær bøin við nýggju Hondamaskinuni. Og tá hon ljóðar um allan býlingin, tá er várið byrjað og summar brátt í hondum. Er onkur, ið ivast, so er at kenna angan av nýsligna grasinum, sum er millum bláu luftina og reyðu trillibøruna. Men enn sæst eingin sólja í nánd av Tórsbyrgi.


Í ár er slátturin nakað seinni enn í fjør, tá sligið varð longu 19. apríl. Flestu ár hevur fyrsta grasið verið sligið uppá dagin 29. apríl, okkurt árið eina viku seinni, men ongantíð so seint, sum í ár, nú Gutti aftur førdi maskinuna millum húsini.