Skip to main content

Pippi á Ting!


Hóast tíðarleys, fyllir heimsins elsta genta hálvfjerðs ár í hesum døgum. Tað er Pippi, sum svenska Astrid Lindgren (1907-2002) fann uppá í eini søgu, tá dótturin Karin lá sjúk og fylti ár. Omanfyri sæst Ur-Pippi, sum Lindgren sjálv teknaði. Føðingardagurin er 21. mai, sigur dótturin Karin Nyman í nýggjari sjónvarpssamrøðu.


Navnið spillir ongan og slettis ikki anarkistisku Pippi, sum tá hon fyrstu ferð kom fram í Svøríki, navngav seg sjálva soleiðis: Pippilotta Viktualia Rullgardina Krusmynta Efraimsdotter Långstrump!

Á føroyskum varð hon fyrst kallað Pippi Smokkuleggur, sum James Olsen sang um á aðru Útvarpsfløguni, sum kom í 1997. Ørminnist at tað var Hannamostir í Barnaútvarpinum, ið fann uppá føroyska navnið, sum á íslendskum merkir parísari. Saman við spunk var tað ikki so heppið, segði onkur. Millum annað tí varð anarkistiska Pippi úr uttanveltaða Svøríki umdoypt til Pippi Langsokkur í nýggju føroysku rættstavingarpaktini. Segðist í hvussu er. Hvat er meir ella minni kynsleyst, Smokkuleggur ella Langsokkur veit eg ikki. Og um tað framhaldandi fer at verða loyvt at brúka spunk í eini Pippisøgu, tað veit eg heldur ikki. Men nekaraprinsessa ber ikki til.


Umframt at eita Lína Langsokkur á íslendskum, so eitir hon Pippi Langstrømpe á donskum, Pippi Langstrumpf á týskum, Pippi Longstocking á enskum og Pippi Tat Dai á vjetnamesiskum.


Pippi er átta ferðir gjørd til biograffilm, tvær ferðir til sjónvarpsfilm, tvær ferðir til sjónvarpsrøð og minst 800 ferðir hevur hon verið á professionellum sjónleikaraplakatum. - Hon har gett upphov till akademiska avhandlingar, blivit utsedd till den viktigaste kulturhändelsen på 150 år och tolkats på längden och tvären ur alla upptänkliga perspektiv, sigur svenska bókaforlagið Raben & Sjögren upp undir 70 ára dagin hjá Pippi. - Tað var heppi, at hon aldri bleiv vaksin, siga tey. - Hur hade det annars sett ut när hon nu går och fyller 70 år? Det är faktiskt få saker hon inte har fått vara med om. Hon har fått miljoner barn, och en del vuxna, över hela jorden att skratta och kanske mysrysa lite, samtidigt som hon retat gallfeber på en del pedagoger, debattörer och professorer.


Tað er helst ikki bara ein íspunnin marketingsøga, at so mong hava verið ill um Pippi í hesi hálvfjerðs árini. Svenska bókaforlagið tekur soleiðis saman um: - Något år efter utgivningen startade ”Pippifejden” där upprörda vuxna gick till storms mot den vanartiga flickan som skulle förleda den unga generationen och driva samhället mot kaos. Även under senare tid har Pippi upprört. På 70-talet ansågs hon vara ärkekapitalist och på 2000-talet rasist, sigur svenska forlagið. Nýggjasta føroyska Pippibókin er Pippi fer at keypa.


Astrid Lindgren, sum skapti Pippi, hevði lítlan áhuga at tulka søgurnar, hvørki tær um Pippi ella Brøðurnar Leyvuhjarta. Við professaran Olle Holmberg hevur hon einaferð sagt: ”Om jag överhuvudtaget har haft någon särskild avsikt med Pippifiguren, utöver att roa mina späda läsare, så har det varit detta: att visa dem att man kan ha makt utan att missbruka den, ty av alla konststycken i livet, är det tydligen det allra svåraste. Överallt missbrukas makt.”

Kanska er stundin kom at seta Pippiflokkin sterkan á Ting, ikki bara her, men í øllum londum. Til lukku við teim hálvfjerðs, hósdagin.