Skip to main content

Spielberg er bestur


Steven Spielberg, 68, er heimsins besti filmsleikstjóri. Tað halda 28.000 danskir biografgangarar, sum í fimm vikur hava atkvøtt á heimasíðuni kino.dk. Fyriskipararnir tóku støði í 150 søguligum og núlivandi filmsleikstjórum úr øllum heiminum. Í øðrum umfari vórðu teir skornir niður í 25 og i triðja umfari til fimm. Steven Spielberg varð greiður vinnari við 36 % av atkvøðunum. Mitt í oktober verður nýggi filmur hansara, Bridge of Spies, sýndur í Havnar Bio​. Hann er um kalda kríggið, og Tom Hanks hevur høvuðsleiklutin sum advokaturin James B. Donovan, ið fer til Moskva í 1960 at fáa niðurskotna flogskiparan Gary Powers leyslatnan. Her eru teir báðir, Hanks og Spielberg, avmyndaðir í kalda krígskavanum.


Næstbesti leikstjóri, sambært Kinolesarar í Danmark, er 44 ára gamli Christopher Nolan, triðbesti er 52 ára gamli Quentin Tarantino, fjórðbesti er 53 ára gamli Peter Jackson og á fimta plássi er 72 ára gamli Martin Scorsese, sum er aktuellur við filminum Silence, ið er um tveir Jesuittaprestar, sum í 17. øld fara til Japans at missionera, men møta illvilja og harðskapi. Síðani fer Scorsese at gera film um Sinatra.