26.5.15

Taks skalt tú hava!


Mong eru vit, ið eru farin um miðjan aldur og reiðiliga tað, sum minnast lívið á Havnargøtum í 70’unum. Gamaní vóru vit smærri og Havnin okkum størri, men tó minnist eg serliga sunnukvøldini við útimøtum á rað og uttan slit frá Ebenzertrappuni og allan vegin oman á Vaglið. Ikki var tað langt, men tað var innihaldsríkt og savnaði í hvørjum króki hópin av fólki. Serliga ungfólk, sum komu av bygd og lærdu í Havn ella gingu í skúla. Øll høvdu tey lisið seg av bygdini og beint higar til høvuðsstaðin. Somu fólk fóru upp at gartera hóskvøld, tí tá var brennivínsaftan, sum kanska endaði í Kvøldloti. Dagin eftir fóru tey heim. Við rutu eftir Oyggj ella í bili hjá einum bilmekanikaralærlingi úr heimbygdini. Henda fólkamongd skapti eitt ótrúligt lív í evarska lítla miðbýnum í Havn. Skiftandi savningarstøðini, ella steðgistøðini, kundu vera í Gundadali, Ítróttahøllini, Sjónleikarhúsinum, Losjuni, á Ebenezertrappuni, Kondittarínum, Káta Horninum og Vaglinum, í Havnar Bio, Diskotekklubbanum, Skansastovu og Perluni, á Kongabrúnni og Molanum, og Skansanum, um væl vildi til. Hesin fjøltáttaði álur, oman og niðan í Havn, kemur her í longsta setningi á blogginum:

Í barakkhølunum í Gundadali kundi okkurt spennandi orkestur spæla, at fíggja ivasom ítróttatiltøk, meðan verðinsnøvn sum Savage Rose spældu í nýbygdu Ítróttahøllini uppi á Hálsi, og ein góður filmur við Alain Delon meir enn so kundi ganga eitt gerandiskvøld hjá hábærsliga Ewaldi niðri í Sjónleikarhúsinum, meðan hin nýklipti Sonne setti nýggjastu plátur við Steppenwolf og Creedence fram í SHJ gluggan, og Hansemann pussaði brillurnar og tendraði fyri íslendsku Mánar í Losjuni, og kvøldið fall á, og útistrok savnaðust á Ebenezertrappuni við miskunnsamari fríggjakvøldssuppu, eitt hanagleiv frá Mary og teimum, sum í Kondittarínum borðreiddu við sodavatnísi og othellolagkøku um dagin, haðan tú frá besta plássinum sást yvir á Káta Hornið, har tú skuldi vara teg fyri fýrverki og heimagjørdum bumbum á nýggjárinum, tí har komu Lonadreingir og allir búllar í býnum, meðan pylsuvognarnir á Vaglinum, serliga hin hjá Boggu, hvørt kvøld angaðu av pylsu, ein omanfyri og tveir niðanfyri, og tað glitrandi løriftið við Marylin í bilettlúkuni í Havnar Bio vísti eitt annað slag av filmi, tí hann kom úr Hollywood hjá Farodane, har Arbeiðsmannafelagið nú byggir eitt verkamannamonument, og fór tú upp ta syndigu breiðtrappuna í Diskoteklubbanum, so fekst tú autograf á eina appilsingula plakat frá ljóshærdu og stuttskjúrtaðu Sally Carr, tí hon sang í Los Caracas, sum næstu løtu vórðu Middle of the Road, og eina kvøldið høvdu tey í Skansastovu rullað allar hátalalar niðan á Vaglið og sett for frá, so óð vóru tey um Diskotekklubban og halgidagslógina, og bilar brendu og løggan sprændi táragass við sjefarahundum millum hinar keturnar, sum Jóhan yrkti um, kring fløskufylta vøllin, ið enn er umgirdur av leinkjum, og ein hvítur Suzukilastbilur steðgaði við Apotekið og setti ein krossfestan yrkjara í lendaklæði við tilboðsgluggan í Bókahandilinum, har tey innanfyri áttu Stillinger, sum vit lúrdu í, og lærarar úr Hoydølum lýstu við Fassbinderfilmi á diskinum í Perluni og verðinsjazzi í krókinum við Vogel, og seinni Dexter uppi í Kommunskúlanum, og so innum á Hotel Føroyar niðri á Kongabrúnni at sammeta súreplakakuna við hana á Hafnia, tí ein okkara var farin at læra til kokk, men tær stóðu báðar á jøvnum, afturvið jarðarferðarstemninginum hjá serveringsdamunum í svørtum kjóla við hvítum fyrriklæði, og so út á Molan at fylgja við skipasøguni, eisini tá verjuskipið kom við teim yvirlivandi frá flogvanlukkuni í Mykinesi, og vildi væl við, so fekst tú eitt fríggj á Skansanum ella í einum báti, sum afturvið einum práti um Rannvá lá duvandi við Eystaruvág har eingin sá, meðan reyða knallertin stóð, har tú setti hana.

Og so anda vit inn og eru hálva øld seinni í nútíðini við punktum og øllum. Carpe Diem. Grípa dagin í sama býi, her og nú.

Tað hevur verið sagt, at miðbýurin er deyður. Kanska serliga síðan kreppuna í 90’unum, ið hvussu er síðan aldar- og túsundáraskiftið. Men fyri fáum árum síðan varð eisini sagt, at nú vóru nýggjar vónir fyri einum livandi og kreativum miðbýi í Havn. Henda nýggja miðbýarvón og livandi ál vaks seg út úr Vágsbotni, út undir Bakka og serliga út eftir Skálatrøð, inn í krókin hjá Öström, og út til Skeivapakkhús og Müllers Pakkhús. Altjóða matstøð, barrir og kaffistovur, grafisk verkstøð, gallerí og upptøkustudio, samansett sølubúð, fotoateliér og rúmlig høli til alskyns endamál í maritimum umhvørvi á privatum fyritaksomum hondum, í einum søguligum øki, sum Kommunan og Havnin siga seg vilja friðhalga og foredla um tann ganska bý, ja heilt út á Skansan.

Best sum ferð er komin á hesa kreativu og mennandi gongd, ið er beint eftir bókini hjá Richard Florida og hansara tonkum um kreativu stættina, so flytir landsins skattainnkrevarji, Taks, inn í hetta vaksandi kreativa privata fokusøki, sum Heini røkir av einslistum.

Nú hava vit Taks á Vestaruvág, Tryggingina á Eystaruvág og Býráðið, við uppihaldstrappu, mitt ímillum. Til samans kundu tey latið upp fyri tveyhundrað familjum, sum beint nú gjørdu miðbýin livandi. Umframt tey úti á Reyni, sum dagliga hjúkla um heimsins minst brenda og best varðveitta høvuðsstað. Á einum frímerki, uttan uppihaldsskyldu.

Taks skalt tú hava!


Loftmyndina tók Ólavur Frederiksen, Faroephoto